Tað verður eingin rokveiða í vár

Líkt er ikki til, at partrolarar og djúpvatnstrolarar fara at fáa nakað serligt burtur úr í vár, nú besta fiskitíð er.

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at fleiri partrolarapør koma inn at landa í vikuni, sum stundar til. Fiskiskapurin hjá partrolarunum er framvegis smáligur. Umframt upsa, fáa skipini nakað av toski og longu sum hjáveiði.

 

- Flestu djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap. Væntandi koma tveir inn at landa mánadagin, og síðan kemur onkur seinni í vikuni. Djúpvatnstrolararnir fiska mest upsa,  men heldur ikki hjá teimum roynist fiskiskapurin.

 

Í gjár, tá marknaðurin gjørdi sínar metingar fyri næstu vikuna, vóru tríggir trolbátar til fiskiskap. Teir fiska allir norðan fyri, og veiðan er toskur og hýsa. Trolbátarnir fáa eisini nakað av longu og flatfiski.

 

- Væntandi fer onkur av trolbátunum, sum í løtuni liggja við bryggju, út aftur um vikuskiftið, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.