Tað verður eingin fótbóltur í Gøtu

Tað er ov nógvur vindur at spæla fótbólt í Sarpugerði í kvøld

Bæði teir í Víkingi og teir í EB/Streymi hava hitað upp. Men nú hevur Dagfinn Forná, sum var settur at vera døma millum Víking og EB/Streym, gjørt av at avlýsa dystin. Tað er ov nógvur vindur at spæla fótbólt í Sarpugerði í kvøld.

 

Vit bíða eftir viðmerking frá dómaranum.