Tað verður eingin fótbóltsdystur í Runavík

Besta liðið hjá NSÍ verður í dag í Hólmanum á Eiði, og tað verður roknað við, at NSÍ í næsta heimadystinum fer at spæla á vøllinum við Løkina

Graslíkið er tikið av vøllinum við Løkina. Tí verður heimadysturin hjá NSÍ ímóti B36 í dag í Hólmanum á Eiði.

20. umfar í bestu fótbóltsdeildini verður seinnapartin. Fyrsta bríksl verður klokkan 15 í øllum dystunum uttan tí á Toftum, har bólturin fer á rull klokkan 16.

 

NSÍ eigur í dag heimavøll ímóti B36. Tann dysturin verður spældur í Hólmanum á Eiði, tí tað verður arbeitt við at skifta graslíki á vøllinum í Runavík. Roknað verður við, at arbeiðið verður liðugt, áðrenn NSÍ næstu ferð fer at eiga heimavøll. Tað verður leygardagin 17. september, tá ið 07 Vestur verður gestur við Løkina.

 

Nú teir fóru undir at skifta graslíki í Runavík, visti NSÍ at siga á facebook, at graslíkið, sum nú er tikið av, hevur ligið á vøllinum síðani 2013. Fyrsti dysturin varð spældur 15. september fyri níggju árum síðani, tá ið KÍ var gestur. NSÍ vann 4-3, og Klæmint A. Olsen skoraði øll fýra NSÍ málini. NSÍ skoraði 279 á gamla undirlagnum og vunnið tilsaman 244 stig. 137 mál fóru ígjøgnum hjá NSÍ á gamla undirlagnum. Klæmint A. Olsen skoraði 93 mál á gamla undirlagnum, hava tey í NSÍ roknað seg fram til.

 

Í morgun er veðrið av tí fagrasta, og veðurforsøgnin sigur, at næstu dagarnar verður tað rættiligt summarveður.

 

  

 

Í dag

 

KÍ – AB: Dagfinn Forná kl. 15.00

 

Víkingur – Skála: Alex Troleis kl. 15.00

 

NSÍ – B36: Rúni Gaardbo kl. 15.00

 

B68 – 07 Vestur: Kári J. á Høvdanum kl. 16.00

 

HB – EB/Streymur: Adi Aganovic kl. 15.00

 

-

 

18171049452
Víkingur191513581846
HB191243402040
EB/Streymur19838273727
B3618828341926
NSÍ196112244319
07 Vestur195311235018
B68195212274117
AB195212255117
Skála19151321458                      

Graslíkið er tikið av vøllinum við Løkina. Tí verður heimadysturin hjá NSÍ ímóti B36 í dag í Hólmanum á Eiði.