- Tað verður ein ógvuliga ringur dagur fyri Iran

- Tað eri eg, sum taki avgerðina. Eg vil helst hava eina avtalu, sigur Donald Trump

Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at um eingin kjarnorkuavtala verður við Iran, verður tað ein ógvuliga ringur dagur fyri landið.

 

- Alt, sum er skrivað um eitt potentielt kríggj við Iran, er skeivt - og við vilja, skrivar forsetin á sínum egna sosiala miðli, Truth Social.

 

Uppslagið hjá forsetanum byrjar við, at hann vísir aftur tí, sum sagt hevur verið um, at ein generalur í amerikanska herinum, Daniel Caine, skal vera ímóti, at USA leypir á Iran.

 

- Tað eri eg, sum taki avgerðina, og eg vil helst hava eina avtalu, men um eingin avtala verður, verður tað ein ógvuliga ringur dagur fyri landið - og tíverri eisini fyri fólkið, skrivar Donald Trump.

 

Tað er tíðindastovan, NTB, sum í kvøld endurgevur útsøgnina hjá amerikanska forsetanum á Truth Social.