Tað verður dýrt hjá United at geva Ten Hag sekkin

Erik Ten Hag fer at skora kassan fíggjarliga um hann verður uppsagdur sum høvuðsvenjari hjá Manchester United

Tá tað gongur illa hjá einum fótbóltsliði, serliga einum fótbóltsliði sum hevur nógvar fjepparar er skjótt, at høvuðsvenjarin fær sekkin.

 

Í Onglandi skriva fleiri og fleiri miðlar, at tað er bara ein spurningur um tíð, so fær høvuðsvenjarin hjá Manchester United, Erik Ten Hag sekkin. 

 

Erik Ten Hag hevur annars sáttmála við Manchester United fram til summarið 2025.

 

Men tað verður alt annað enn bíligt hjá Manchester United at geva Erik Ten Hag sekkin, sambært Football Insider.

 

Sáttmálin sigur, at Manchester United má rinda Erik Ten Hag løn fram til 1. juli í 2025. Og velur leiðslan í United at geva Ten Hag sekkin fer tað at kosta 15 miljónir bretsk pund. Ein upphædd sum svarar til 128 miljónir krónur í okkara peningi. 

 

Tað kostaði Manchester United 38 miljónir bretsk pund at siga David Moyes, Louis van Gaal, Jose Mourinho og Ole Gunnar Solskjær upp. Tað kostaði eisini 15 miljónir bretsk pund at sleppa av við Ralf Rangnick. 

 

Venjarauppsagnirnar seinastu 10 árini hava sostatt kostað United eina upphædd, ið svarar til nærum 454 miljónir krónur.