Tað verður dyrgt eftir skálamonnum

Hetta er møguleikin hjá AB, meðan tað hjá Skála snýr seg um framtíðina

Støðutalvan sigur, at tað er nummar 9, sum eigur heimavøll ímóti nummar 10, tá ið AB seinnapartin fær vitjan av Skála.

 

Hjá AB er hetta gylti møguleikin at vinna fulla úrtøku og harvið at taka seg upp um niðurflytingarstrikuna og kanska heilt fram á sætta plássið. Um Skála ikki vinnur fulla úrtøku, verður niðurflytingin staðfest í dag, og tað er møguleiki fyri, at niðurflytingin eisini verður veruleiki í dag, sjálvt um tað skuldi hent, at Skála vinnur úrtøku.

 

Skála hevur bara vunnið ein dyst í ár. Tað var 29. juni, tá ið Skála vann 5-0 ímóti júst AB.

 

Á Skála er hugburðurin framvegis góður, og tað verður hugsað um framtíðina og at fyrireika liðið longu næsta ár aftur at vinna pláss í bestu deildini. Stóri spurningurin er, um tað fer at eydnast at halda upp á fólkið. Tað eru onkrir av spælarunum, sum onnur feløg hava stóran áhuga at knýta á sær. Ein teirra er framrættaði Poul Kallsberg, sum av álvara er komin fyri seg aftur, eftir at hann í nógvar vikur var skaddur.

 

Hjá AB eru allir spælararnir tøkir.

 

Hjá Skála eru Steinbjørn Olsen, Andreas Egeberg Jacobsen og Teitur R. Joensen skaddir.