Tað verða fýra broytingar á liðnum

Manslandsliðið: Håkan Ericson hevur avdúkað, at tað verða fýra broytingar á liðnum til dystin í morgin

Føroyska manslandsliðið er komið til Tjekkia í dag. Flogið varð beinleiðis úr Vágum til Prag og síðani í bussi til Plzen, sum liggur ein tíma í bussi frá høvðusstaðnum. Tað er í Plzen, at dysturin millum Føroyar og Kekkia verður.

 

Tað er greitt undan dystinum, at hvørki Hørður Askham ella Gunnar Vatnhamar verða við av teimum, sum byrjaðu inni móti Póllandi á Tórsvølli hóskvøldið. Hørður Askham hevur leikbann, eftir at hann bleiv útvístur móti Póllandi.

 

Til dystin móti kekkum verður landsliðsvenjarin eisini noyddur at síggja burtur frá Gunnari Vatnhamar. Fyri stuttum bleiv Gunnar pápi fyri aðru ferð, og í samband við úttøkuna varð avrátt, at Gunnar Vatnhamar bara skuldi vera við í fyrra dystinum, skrivaði Fótbóltssambandið.

 

Til tíðindafundin á Doosan Arena leikvøllinum í segði Håkan Ericson, landsliðsvenjari, at tað verða fýra broytingar á liðnum frá dystinum móti Póllandi. Landsliðsvenjarin vildi tó ikki seta nakað navn á annað enn, at tað verður uttan Hørð Askham og Gunnar Vatnhamar.

 

- Sum tit vita eru Hørður og Gunnar ikki við. Eg kann siga, at tað verða fýra broytingar, segði Håkan Ericson.

 

Håkan Ericson segði á úttøkutíðindafundinum, at føroyska liðið helst fór at spæla við trimum í miðverjuni móti Kekkia. Tí skulu tveir verjukendir spælarar inn. Sonni Ragnar Nattestad er eitt upplagt boð, tí hann hevur røkt handan leiklutin fyrr.

 

Hitt boðið gevur ikki set sjálvt, men Andrias Edmundsson og Bartal Wardum eru við í hópinum sum miðverjar, meðan Viljormur Davidsen eisini hevur røkt ein líknandi leiklut. Hann spælir millum annað miðverji hjá HB.

 

Kekkia og Føroyar spæla á Doosan Arena leikvøllunum í Plzen í morgin klokkan 17.