Arsenal kemur heldur ikki at vinna Champions League á hesum sinni. Liðið úr London tapti eisini seinnu hálvfinaluna fyri Paris Saint Germain í Stadé de Princes í París.
PSG vann dystin 2-1 og harvið hálvfinaluuppgerðina samlað 3-1. Miðskeiðis í seinna hálvleiki brendi Vitinha hjá PSG brotsspark við støðuna 1-0 til heimaliðið, men stutt aftaná økti Achraf Hakimi til 2-0, og samlaðu støðuna 3-0.
Paris Saint Germain-Arsenal 2-1 (1-0) (PSG vinnur 3-1 samanlagt)
1-0 Fabian Ruiz ('27 )
2-0 Achraf Hakimi ('72 )
2-1 Bukayo Saka ('76 )
Í Champions League finaluni á Allianz Arena leikvøllinum í München møtir PSG italska liðnum, Inter Milan sum vann samlað 7-6 á katalanska fótbóltsrisanum, FC Barcelona.
Inter Milan hevur verið í seks Champions League/Champions Cup finalum. Teir hava vunnið tríggjar og hava tapt tríggjar. Inter Milan vann kappingina í 1963, 1964 og í 2010.
Hetta er onnur Champions League finalan hjá PSG. Í 2020 taptu teir í finaluni 0-1 fyri Bayern München.
Nógv teir flestu fótbóltsfjeppararnir í Evropa fara helst at halda við meira søguríka Inter Milan í finaluni.