World Cup stevna er í Doha í dag, har tríggir av fremstu mannligu føroysku svimjarunum luttaka, Pál Joensen, Óli Mortensen og Alvi Hjelm.
Í morgun hava allir tríggir luttikið í innleiðandi riðlunum í 400 metrar frí. Tað eydnaðist ongum teirra at vinna seg í finaluna, men tað var um reppið, at tað gekk hjá Pál Joensen.
Átta mans komu víðari til finaluna, og Pál Joensen endaði nummar níggju við tíðini 3:53.39, skrivar facebook síðan hjá svimjing.com.
Óli Mortensen og Alvi Hjelm svumu teinin á ávikavist 4:02.75 og 4:12.42.
Í morgin skulu allir svimjararnir aftur í hylin, tá Alvi Hjelm luttekur í 200 metrar blandað og Óli Mortensen og Pál Joensen í 1500 metrar frí.
Útlitini fyri heiðursmerkir eru eisini betri í morgin, tí Pál Joensen er tilmeldaður við næstbestu tíðini í 1500 metrar frí.