Í hálvleikssteðginum helt onkur vestmenningur fyri, at tað var sum í gomlum døgum.
Støðan millum Kyndil og VÍF var tá 12-12, og tað fekk onkran at hugsa aftur á dystirnar, sum fyri nøkrum árum síðani vóru millum hesi bæði liðini, tá tað var sera langt millum málini, og liðini neyvan komu upp um 20 mál í part.
Men tað vísti seg, at kyndlamenn í seinna hálvleiki ikki høvdu orku til at fylgja við vestmenningum, og tað avgjørdi í seinasta enda dystin.
Men tað var rætt, at fyrri hálvleikur var sum í gomlum døgum. Munurin á liðunum var ongantíð meir enn tvey mál, og tað bar ikki til at taka dagar ímillum, hvussu leikur fór at enda. Áðrenn dystin ivaðist eingin í, at VÍF fór at vinna sannførandi, og fá broyttu hugsan, sum dysturin leið. Men tað sást so ikki á vøllinum, har Kyndil eins og í steypafinaluni móti H71 royndi seg við eini offensivari verju, sum riggaði væl. Áki Olsen slapp ikki so lætt framat til skot, og Hans á Lag í Kyndlamálinum spældi eisini ein góðan dyst og tók nógv skot.
Og so var tað Bjarni Wardum, sum enn einaferð vísti, at hann er millum evnaríkastu spælarar í Føroyum í dag. Bjarni gjørdi níggju mál og var klárt besti offensivi maður á Kyndlaliðnum.
VÍF kom betur frá seinna hálvleiki og tók seg fleiri ferðir fram um við 2-3 málum. Men havnarmenn svaraðu aftur hvørja ferð, og ikki fyrr enn í seinastu minuttunum, tá kreftirnar av álvara fóru at ganga undan, sluppu vestmenningar av álvara frá Kyndli. Harafturat kom ólag á rútmuna hjá Kyndli orsakað av fleiri útvísingum upp í slag. Skotsterku Olsen-brøðurnir sluppu langt inn at skjóta, og tá er trupult at steðga VÍF.
Nógvir hoyvíkingar vóru í høllini hóskvøldið, og teir vónaðu sum vera man, at Kyndil fór at taka stig frá VÍF, og dysturin var eisini spennandi til langt inn í seinna hálvleik.
Men VÍF fekk tvey stig afturat og situr nú aftur trygt ovast á stigatalvuni. Longu í dag skulu vestmenningar aftur til Havnar, hesa ferð at spæla móti Neistanum. Lítil ivi man vera um úrslitið har, og aftan á tað er tað best StÍF, sum kann skapa spenning í áðrenn seinasta umfar.
Kyndil verður standandi á tíggju stigum. KÍF kann ikki koma longur enn upp á níggju stig, StÍF á triðja plássi hevur sjey stig fleiri enn Kyndil við bert trimum dystum eftir, so tað stendur nú heilt fast, at Kyndil endar sum nummar fýra.
Tað er eingin ivi um, at tað ikki hóvar kyndlamonnum væl at enda uttan fyri heiðursmerkjaplássini, men støðan hevur verið trupul í ár, og liðið er spildurnýtt. Kyndil hevur tíðina fyri sær og eigur at gloyma árið í ár sum skjótast.
1. deild menn:
Kyndil-VÍF 24-29 (12-12)
Kyndil: Bjarni Wardum 9, Bárður Johannesen 7, Hannis Wardum 3, Hans-Áki Dahl-Christiansen 2, Uni Wardum 2, Búi Holm 1, Regin Petersen 1.
VÍF: Áki Olsen 9, Ingi Olsen 9, Sámal Joensen 4, Rógvi Nielsen 3, Hjalmar Klein Olsen 3.
Útvísingar: Kyndil 5, VÍF 3.
Diskvalifikatión: Kyndil 1.