B68 vann seint seinnapartin 1-0 á heimavølli ímóti AB. Sigurin ber við sær, at B68 nú hevur 9 stig, og at toftamenn nú eru á sætta plássið. Tapið ber við sær, at AB framvegis bíðar eftir fyrsta sigrinum. AB hevur eitt stig og argjamenn eru aftastir.
Sigursmálið varð skorað longu, tá ið 10 minuttir vóru farnir. Miðvallarin Sebastian Lau Nielsen spældi eitt sindur úr vinstru bóltin fram ímóti nærra stólpa, og har var Ragnar Samuelsen, sum longu frammanundan hevði havt stóran møguleika, leysur og setti bóltin dygst inn við stólpanum. Hetta var triðja málið hjá Ragnari í landskappingini í ár.
Undan steðginum var B68 greitt omaná, meðan AB avrikið var lítið sannførandi. Argjamenn høvdu millum lítið og einki av álopsspæli, og í verjupartinum vóru ansingarnar ikki góðar. Tað bar við sær, at B68 spælið hekk væl saman. Alex Mellemgaard stýrdi uppspælinum, og Dabo, Samba, Jørgen Nielsen og Sebastian Lau Nielsen høvdu allir møguleikar at økja um leiðsluna, uttan at tað eydnaðist.
Tá ið teir fóru at hvíla seg var kenslan, at B68 snilt kundi havt verið frammanfyri við bæði trimum og fýra málum.
At úrtøkan ikki var størri enn eitt mál í fyrra hálvleiki, kundi havt verið dýrt. Tí eftir steðgin var AB sum hamskift. Nú vóru tað argjamenn, sum vunnu nærdystirnar, og nú vóru tað argjamenn, sum nógv meiri vóru í álopsstøðu, meðan leikluturin hjá toftamonnum leingi var at renna aftaná mótstøðumonnunum.
Teitur Olsen var beinanvegin eftir steðgin í góðari støðu, uttan at tað eydnaðist at fáa mál. Sum tíðin leið, spenti AB álopsbogan, og tað bar møguleikar til B68 at økja um leiðsluna við sær. Stutt undan leikloki var innskifti Villiam Emil Klein í góðari støðu eftir fríspæling úr høgru frá Mohamed Samba, men Antonio Borrelli í AB málinum stórbjargaði.
So var tað, tá ið stóripinnur var farin meiri enn tríggjar ferðir eyka runt, at AB var so nær við at javna, sum tað ber til at ímynda sær. Innskifti Bartal S. Petersen royndi seg úr 17 metrum og mitt fyri við frísparki. Bólturin streyk framvið manngarðinum, Benjamin Schubert í B68 málinum hálvbjargaði, og bólturin ferðaðist aftanfyri málverjan og tóktist vera á veg í netið, tá ið miðverjin Aidan Liu royndi at sparka burtur, men at enda var bólturin í føvninginum á málverjanum, og lítla løtu seinni bríkslaði Jóhan Hendrik Ellefsen fyri síðstu ferð.
B68 – AB 1-0 (1-0)
1-0: Ragnar Samuelsen