Tað var stórt at uppliva stuðulin

- Hetta hevur verið eitt sera hart ár fyri nøkur, sum standa mær heilt nær. Men, vit kunnu vera ótrúliga takksom fyri, hvussu tað higartil hevur spælt av, sigur Eirikur í Jákupsstovu.

Hvar heldur tú nýggjár og verður okkurt gjørt burturúr?

 

- Vit halda vanliga nýggjár saman við nærmastu familjuni. Umleið líka ofta í Klaksvík og á Eiði. Í ár verður tað nokk partvíst í báðum støðum. Líkamikið, hvussu tað annars er skipað, so er góður matur á skránni, og í ár verður tað kolottusteik, havi eg skilt.

 

Tað sigur Eirikur í Jákupsstovu, sum býr í Klaksvík, men hevur røtur á Eiði.

 

Hann vísir á, at hvørja ferð, tey eru á Eiði, gerst hann eitt sindur rørdur, tá hann um midnáttarleitið sær nýggjársbálið omanfyri bygdina og blikkini framvið vegnum.

 

- Tá minnist eg eina løtu aftur á farna árið og aðrar hendingar í farnum árum. Bæði tað góða og tað minni góða, sigur hann.

 

Hvør var størsta hendingin - upplivingin - hjá tær í 2022?

 

- 2022 hevur verið eitt gott ár upp á nógvar mátar, men størsta einstaka góða hendingin var at uppliva stuðulin frá fólki, tá eg stillaði upp til løgtingsval. Bæði familja, vinir, kenningar og fólk, sum eg als ikki kendi frammanundan, hjálptu brádliga til, bæði óbiðin og biðin. Hetta gjørdi alt valstríðið til eina heilt góða, spennandi og lívsjáttandi uppliving, hóast tað eisini slítur upp á ein sjálvan og tey nærmastu.

 

Hvat var tað keðiligasta í 2022?

 

- Hetta hevur verið eitt sera hart ár fyri nøkur, sum standa mær heilt nær. Men, vit kunnu vera ótrúliga takksom fyri, hvussu tað higartil hevur spælt av. Bæði í mun til góða mótið og styrkina hjá teimum í støðuni, men eisini við ta hjálp, tey hava fingið. Samstundis veit eg, at tað eru nógv, sum ikki hava verið líka vælsignað, og eg havi samkenslu við teimum. Tað hendir tíverri so nógv meiningsleyst, sum bæði er ógjørligt at skilja og verja seg ímóti.

 

Hvørjar vónir hevur tú fyri 2023?

 

- Eg havi góðar vónir fyri øll ár, og hvørt ár allar bestu vónir fyri næsta ár. Vónin um góða heilsu til tey nærmastu kemur allar fyrst, og so hevur tað sera stóran týdning, at børnini trívast og mennast. Í mun til arbeiðslívið vóni eg at gera tað gott og at verða við til at broyta samfelagið til tað betra. Tað verður nokk ikki bara nemt, men eg vænti, tað fer at ganga væl, um fólk halda sítt fokus á at fremja úrslit. 

 

Gevur tú eitt nýggjáarslyfti?

 

- Í ár havi eg ikki hugsað um nakað ávíst. Eg royni at gera mítt besta í tí dagliga. Men, nú tað beinleiðis verður spurt, so hevði tað ikki verið so galið at passa tey føroysku klæðini eitt sindur betur komandi ólavsøku - enn á ólavsøkuni seinast, sigur Eirikur í Jákupsstovu.