- Tað var størri enn stórt

Tað sigur Pól Jakobsen, sum um vikuskiftið vann FM saman við kurvabóltsfelagnum Hamar.

Pól Jakobsen, ein av legendunum í føroyskum kurvabólti, gjørdist um vikuskiftið føroyameistari saman við kurvabóltsfelagnum Hamar, tá ið teir vunnu 63-56 ímóti hinum felagnum í høvuðsstaðnum, sum eitur Sporðdrekin.


40 ára gamli Pól, sum eisini var partur av føroyska kurvabóltslandsliðnum á Jersey í summar, sigur í samrøðu við Sosialin í dag, at tað var ógvuliga stórt at vinna FM-heitið.


- Tað var størri enn stórt. Ein dreymur síðani fólkaskúlan. Og so at fáa loyvi at lyfta steypið aftaná dystin, tá var ringt at halda maskuna, sigur Pól.


Hesum spurninginum svarar hann í “fimm skjótir”, sum er partur av ítróttarsosialinum hvønn mánadag. Her svarar Pól m.a. eisini spurninginum um hvussu tað var at spæla FM-finaluna ímóti beiggja sínum, Magnusi, sum spældi við mótstøðuliðnum.