Tað var ringasta tapið hjá Serena Williams síðani 1998, tá hon í dag tapti 0-6, 2-6 móti Simona Halep.
Ikki síðani 1998 hevur Serena Williams tapt so nógv á tennisvøllinum, tá hon sum 16 ára gomul tapti 1-6, 1-6 móti Joannette Kruger.
- Forhondin riggaði als ikki í dag. Eg haldi, hon fór í eina tíðliga feriu, segði ein holl Williams, 33, eftir at verða útspæld av Halep í Singapore.
- Tað veit tann góði Guð, at mínar servur eisini vóru. Servurnar, eg veit snøgt sagt ikki. Mínar servur vóru í besta lagi í 10. deild og undir í juniorunum, segði Williams.
- Tað var rætt og slætt snópisligt. Eg haldi, at snópisligt lýsir best so, sum eg spældi, segði Serena Williams.