Tað var skeivt at hækka skattaprosentið

Borgarstjórin, Jógvan Skorheim hevur verið nógv frammi í miðlunum í síðstuni í samband við atfinningar móti honum. Hann hálovar skattahækkingini og sigur, at tað er í góðum tíðum, vit skulu hækka skattin. Hvat nú um góðu tíðirnar blíva uppaftur betri, vinnulívið uppaftur raskari og skattaborgarnir tjena uppaftur meir. Skulu Palleba og Marsanna so saman við øllum hinum skattaborgarunum í kommununi bløða uppaftur meir ?? Er tað tað vit skulu vænta okkum, at jú betri tíðirnar eru, tess hægri skatt ?? Er tað strategiin hjá borgarstjóranum saman við vinstraveinginum ? hesi sum føra seg fram sum talsfólk fyri vanliga arbeiðsfólkið. Gloymið ikki at hendan skattahækkingin rakar arbeiðsmannin meinast.



Skynsamt og ábyrgdarfult fyri hvønn ?

Borgarstjórin tosar um, at hendan samgongan ynskir at føra skynsaman og ábyrgdarfullan politik. Eg spyrji bara skynsamt og ábyrgdarfult fyri hvønn ?? Er tað skynsamt og ábyrgdarfult at fara niður í lummarnar hjá fólki og taka uppaftur meir pening frá teimum ?? Ógvuliga óforskammað at siga so. Mín meining er, at líkamikið hvussu góðar ella ringar tíðirnar eru, so er 21,50 skattaprosent í kommunuskatti nóg høgt ella rættari í hægra lagi. Og nú í 2015 krevja javnaðarflokkurin, tjóveldisflokkurin saman við borgarstjóranum, at skattaprosentið skal heilt uppá 22,00 prosent.


Sitandi samgonga hevur tikið lán

Í Norðlýsinum 26. Nov. 2014 er stór mynd av sitandi samgongu við yvirskrivtini “ Vit fremja fleiri stórmál hetta valskeiðið – uttan lántøku. Hetta er ikki rætt. Júst hendan samgonga tók lán at fíggja yvirtøkuna av Badmintonhøllini og Kí-høllini beinanvegin sum tey komu til. Her skal sigast, at núverandi borgarstjóri var ímóti at kommunan yvirtók hallirnar áðrenn nýggjár 2012. Í 2013 tá hann gjørdi samgongu við vinstraveingin broytti hann knappliga meining og saðlaði um. Nú var knappliga í lagi at yvirtaka hallirnar og lántøku uppá knappar 15 mill.

Undanfarna samgonga gjørdi eins stórar íløgur sum hendan samgongan, og rindaði eins nógv í avdráttum. Stóri munurin er bara, at núverandi samgonga hækkaði skattin sjálvboðið og av fullum huga og gleðast eisini um tað. Mótsatt hesum, so vóru vit tvungin av fíggjarmálaráðharranum hjá javnaðaflokkinum at hækka skattaprocentið í eina tíð til ellis- og røktarheimið.

Vit lækkaðu skattaprocentið aftur, so skjótt tað var møguleiki fyri tí. Tað er veruliga ábyrgdarfullur og skynsamur fíggjarpolitikkur - eisini fyri skattaborgaran.


Vinstravongurin dámar væl at umfordeila skattaborgarans pening og avgera, hvat tær súrt upptjentu krónurnar skulu brúkast til og tað sæst aftur í hækkaða skattaprocentinum. Nú hevur vinstrivongurin so eisini fingið liberala sjálvstýrisflokkin við uppí hetta kórið við borgarstjóranum á odda.