Tað hevur stóran týdning, at vit hava fingið okkara fíggjarliga frælsið aftur. Tað sigur Pauli Trónd Petersen, borgarstjóri í Vestmanna.
Fyri trimum árum síðani skyldaði Vestmanna Kommuna yvir 50 milliónir. Ein stórur partur av tí stóðst av at nýtt eldrasambýli varð bygt, tað kostaði kommununi eina heila álíkning, ella næstan 40 milliónir krónur.
Men hesi seinastu árini hava tey lagt stóran dent á at rinda skuld aftur og nú eru tey komin niður á eina skuld upp á 32 milliónir.
Sostatt skyldar kommunan 0,7 álíkning av kommunuskatti. Eftir lógini kunnu kommunur ikki skylda meiri enn eina álíkning. Hjá Vestmanna Kommunu er tað einar 38 milliónir krónur, og sostatt er kommunan komin niður um eina álíkning, og noyðist ikki at biðja landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum, Kristinu Háfoss, um undantaksloyvi, verður tørvur á íløgum.
- Tað hevur sera stóran týdning at hava fíggjarligt frælsi til at gera íløgur, tí okkurt kann altíð taka seg upp, sum ger, at tað er neyðugt, sigur borgarstjórin.
Næsta ár skulu vestmenningar kortini ikki vænta tær stóru útbyggingarnar.
- At vit hava lagt so stóran dent á at rinda skuld aftur, hevur merkt, at nógv av vanligu røktini hevur ligið á láni, sigur borgarstjórin
Trýst HER og les, hvar borgarstjórin sigur um skattaprosent, barnafrádrátt og systkinaavsláttur í barnaansingini í Vestmanna
- Av tí sama eru vegir og annað, illa slitið og tí verður dentur lagdur á at fáa tey viðurskiftini í rættlag aftur, bæði við at asfaltera, mála gonguteigar, o.s.fr.
Økið rundan um bátahylin skal eisini gerast liðugt, og samstundis er ætlanin at fáa málið um at vetrarfriða bygdina, endaliga avgreitt.
- Tá ið vit fara undir næsta vetur, skuldi sostatt ongin seyður gingið í bygdini, sigur Pauli Trónd Petersen.