Tað var málveitsla á Svangaskarði

B68 skoraði longu í fyrsta minutti, og Víkingur javnaði til 3-3, tá ið tað restaði eitt stórt korter

Tað var fitt av vindi á Svangaskarði, og 3-3 sigur, at tað var sera undirhaldandi. Tónin varð sligin ann beinanvegin. Heimaliðið gav bóltin upp, hann varð spældur aftur til miðvallaran Ragnar Samuelsen, sum smekkaði til ímóti málinum. Vindurin tók bóltin, sum um brotsteigarmarkið støkk í vøllin og síðani sigldi omanfyri Bárð á Reynatrøð og í málið, og so var 1-0.

 

Skelkurin hjá Víkingi var ikki størri enn so, at gestirnir bara tríggjar minuttir seinni svaraðu aftur og so var 1-1. Málskjútti var Jákup Johansen, sum eftir sending frá Olaf Bárðarson var leysur mitt fyri, tá ið hann potaði bóltin framvið Benjamin Schubert í B68 málinum.

 

Hetta var fyrsta málið hjá Jákupi Johansen í ár. Í kvøld var hann millum teir fyrstu ellivu, meðan hann tær tríggjar undanfarnu ferðirnar er skiftur inn á liðið hjá Víkingi.

 

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði B68 seg á odda 2-1. Uppleggið átti Jonas Warner, sum í vetur flutti úr B71 og til B68, og málskjútti var Mohamed Samba. Hetta var fyrsta málið hjá Samba í ár.

 

Eftir steðgin hevði Víkingur fríska lotið undan. Víkingarnir løgdu bragdliga fyri undan vindinum. Teir vunnu seg til fleiri hornaspørk, og teir høvdu fleiri royndir á málið, meðan heimaliðið fyri tað mesta var í verjustøðu. Og tá so Olaf Bárðarson eftir sending frá Martini Klein Joensen javnaði til 2-2, so kendist tað sum um, at nú var spurningurin, um tað fór at eydnast B68 at halda tørn um javnleikin.

 

Beinanvegin eftir, at Víkingur hevði javnað, varð Villiam Klein skiftur inn í B68 álopið, har hann avloysti Dabo. Villiam Klein flutti undan hesum kappingarárinum til B68, og tá ið hann í kvøld hevði verið níggju minuttir á vøllinum var hann fyri fyrstu ferð B68 málskjútti, eftir at Mohamed Samba legði innfyri úr vinstru.

 

So spenti Víkingur av álvara álopsbogan, og eitt stórt korter undan leikloki eydnaðist tað at javna til 3-3. Sølvi Vatnhamar skoraði, og miðverjin Arnbjørn Svensson átti uppleggið. Hetta var triðja málið hjá Sølva Vatnhamar í ár.

 

Sunnudagin fara Sølvi Vatnhamar og hinir víkingarnir til Klaksvíkar, og sama dag fær B68 vitjan av EB/Streymi.