EB/Streymur tapti í gjárkvøldið 3-0 á útivølli móti ÍF.
EB/Streyma liðið inniheldur væl fleiri dygdir enn liðið vísti í gjár. So gjøgnumgangandi var talan um eitt EB/Streyma avrik, ið var undir miðal.
René Tórðgarð 2 : Av tí at ÍF legði eitt so stórt trýst á EB/Streym gjøgnum allan dystin, hevði málverjin eisini nokk at síggja til. Hevði ikki beinleiðis skyldina av nøkrum málið hjá ÍF, men málverjin hevur leikt fyrr leikt betri dystir.
Jónas Tór Næs 4 : Besti maður á EB/Streyma liðnum. Royndi at stríðast allan dystin ígjøgnum og var fleiri ferðir við í álopsstøðu, tá EB/Streymur trýsti.
Egil á Bø 3 : Stóð stóran part av dystinum væl móti trýsinum frá ÍF og dekkaði væl álopsleikarin hjá ÍF, Clayton Soares.
Marni Djurhuus 3 : Er helst tann leikarin í Føroyum við tí hægsta botnstøðinum. Taldist millum bestu leikararnir á EB/Streyma liðnum, hóast ÍF var greitt omaná størsta partin av dystinum.
Jóhannes Hansen 3 : Var nýggjur á vinstra bakki hjá EB/Streymi og royndist eisini væl. Hevði gott tamarhald Ara Ellingsgaard stóran part av dystinum.
Gert Hansen 2 : Spældi mitt á miðjuni í fyrra hálvleiki, har Karl Løkin og Bogi Reinert Petersen høvdu gott tamarhald á miðvøllinum. Varð fluttur aftur á høgra bakk í seinna hálvleiki, har hann spældi yvirfyri innskifta Dánjal á Lakjuni.
Høgni Madsen 2 : Spældi á sínum gamla heimavølli. Hevur fyrr leikt betri dystir og virkaði kanska heldur tamur í gjár. Men tað komst eisini av tí at Karl Løkin og Bogi Reinert leiktu væl á hinum liðnum. Høgni Madsen inniheldur væl meira enn hann vísti til dystin í gjár.
Niels Pauli Danielsen 2 : Spældi sum tann fremsti á miðvøllinum. Kom ongantíð veruliga inn í dystin, av tí at EB/Streymur hevði tað torført við at fáa glið á álopsspælið.
Hans Pauli Samuelsen 3 : Royndi at vera tann kreavtivi leikarin, men tað var bara ikki dagurin hjá EB/Streymi í gjár. EB/Streyma liðskiparin arbeiddi tó væl allan dystin ígjøgnum.
Leif Niclassen 2 : Hevði tað eisini torført sum restina av liðnum hjá EB/Streymi. Er ofta farligur í skjótálopum, men tað var ikki ofta í gjár at EB/Streymur hótti við skjótálopum.
Arnbjørn Hansen 3 : Er tann størsta hóttanin á EB/Streyma liðnum. Er ein góð statión hjá EB/Streymi at spæla niðan á og er altíð farligur við renningum innum verjuna. EB/Streyma leikararnir høvdu tað tó trupult við at finna Arnbjørn í gjár.
Samanumtikið: Saknurin av Pól Jóhannus Justinussen á EB/Streyma liðnum var sjónligur. Liðið hevur nógv fleiri dygdir enn tað vísti til dystin í gjár. Samanumtikið var tað ein gjøgnumgangandi ringur dagur fyri EB/Streym, ið heilt sikkurt ynskir uppreisn mánadagin móti NSÍ.