Tað var eitt undur at eingin fekk skaða

Eingin fekk skaða í álvarsligum ferðsluóhappi í Havn í gjárkvøldið

Tað var eitt undur, at eingin fekk skaða. Tað sigur løgreglan eftir eitt álvarsligt ferðsluóhapp í Havnini í gjárkvøldið. Tað var um 22.30 tíðina, at løgreglan fekk boð um eitt ferðsluóhapp á Velbastaðvegnum í Havn.

 

Ein persónbilur kom koyrandi eftir Velbastaðvegnum, av Norðasta Horni inn ímóti Havnini. Men tá ið hann kom, til at tann stóra krossvegin inn til sjálva Havnina, gekk galið. Hóast bilurin hevði treytaleysa víkiskyldu, helt hann fram við somu ferð, tvørtur um vegin, tvørtur um gongubreytina hinumegin, har hann tók bæði bilaverju og vegaskelti við sær, og fór út av.

 

Har er nokk so stórur jarðarmunur, so bilurin bóltaði runt, áðrenn hann endaði á liðini í einum túni við eini hús í Lambagerði.

 

Løgreglan sigur, at tey fóru á staði, saman við sjúkrabilum og sløkkiliðnum, sum hevði klippiútgerð við sær. Bilførarin var einsamallur í bilinum og tað vísti seg, at hann hevði tað heilt gott eftir umstøðunum. Hann fór á skaðastovuna til kanningar, men har varð staðfest, at hann hevði ikki fingið nevnivert av skaða. Men eyðvitað fekk bilurin stóran skaða av umganginum, hann fekk.

 

Løgreglan sigur, at tað var eitt undur at eingin fekk skaða, og serliga ein eingir aðrir bilar vóru fyri, ella fólk á gongubreytini. Løgreglan sigur, at tey vita ikki, hví óhappið hendi, men tað fara tey at royna at fáa greiði á nú. Men tey siga, at bilførarin varð kannaður fyri at vita um hann var edrúur og tað var hann.