Tað var eingin ivi um, at vit høvdu heimild at halda fram við arbeiðnum at gera Eysturoyartunnilin.
Tað staðfesti Kári P. Højgaard. fyrrverandi landsstýrismaður í innlendismálum, nú han situr fyri kanningarstjóranum, Hans Gammeltoft Hansen, sum Løgtingið hevur sett at kanna leiklut hansara í málinum um Eysturoyartunniiin
Eg fekk at vita frá mínum aðalstjóra, Rúna Joensen, at tað var eingin sum helst ivi um, at vit kundu taka málið upp eftir løgtingslógini, sum var samtykt.
Tað sama segði løgfrøðin hjá løgmanni, sigur Kári P. Højgaard.
- Eg vildi tryggja mær, at eg hevði fulla heimild at arbeiða víðari við málinum við einum privatum tunli.
Tað fekk eg at vita, at vit høvdu og tað lá ongantíð í kortunum, at málið skuldi aftur fyri Løgtingið, segði Kári P. Højgaard.
Tað var heldur eingin ivi um í samgonguni, at tunnilin skuldi vera privatur og løgmaður boðaði frá, at tað varð ikki við honum sum løgmanni, at tunnilin verður almennur, tí tað verður so dýrt fyri landskassan.
Hann segði eisini, at hann ætlaði at greiða løgtingslimum frá ætlanini, men tað dámdi fólkaflokkinum ikki, tí hildið var, at hetta var eitt samgongumál.
Kortini var ein frágreiðing fyri Løgtinginum, men áhugin var avmarkaður, segði landsstýrismaðurin.
At løgtingið hevur játtað pening til fyrireikingina staðfestir, at Løgtingslimir vóru fullgreiðir um ætlanina.
Tað hevur aldrin verið nakar spurnngur um heimildina og eisini løgmaður var íðin eftir at fremja ætlanina.