Tað vóru serliga trý viðurskifti sum førdi til, at ætlanin um at gera ein privatan Eysturoyartunnil, datt niðurfyri.
Tað førdi Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður í innlendismálum, fram í rættinum í morgun og greiðir kanningarstjóranum, Hans Gammeltoft Hansen, frá sínum leikluti í ætlanini at gera ein privatan eysturoyartunnil.
Tað fyrsta, sum setti eld í, var, at Landsverk hevur lagt eina samferðsluætlan til 2024, har lagt var upp til, at gera eina brúgv um Skálafjørð.
Tað helt Kári P. Højgaard ikki, at hann kundi leggja navn til, tí Løgtingið hevði longu samtykt ein Eysturoyartunnil, við eini rundkoyring undir botninum á Skálafirði.
Upp aftur verri var tað, tá ið løgtingslimir høvdu biðið hann um eitt yvirlit yvir, hvussu nógv tað fór at kosta at knýta tunnilsvegirnar í almenna samferðslukervið á landið.
Upplýsingarnar hann fekk frá Landsverk var, at tað hevðu kostað yvir 600 milliónir, men tá hevði landsverk tikið alt møguligt annað upp í, sum ikki hevði samband við sjálvan tunnilin.
Hetta hendi, hóast hann hevði boðað frá, at hann vónaði at fáa eitt svar, sum ikki umfataði alla samferðsluútbyggingina.
Men tað triðja, sum sendi eina rakett beint í vatngangin á verkætlanin, sum hann málbar seg, var, at Landsverk hevði roknað seg fram til, at ein privatur tunnil fór at kosta 1,9 - 3 milliardir meiri enn ein almennur tunnil.
Tað skilti Kári P. Højgaard púra einki av, tí hann upplýsti, at fáar mánaðir frammanundan var úrslitið, at ein privatur tunnil fór at kosta 800 milliónir meiri enn ein almennur tunnil og hann setti spurnartekin við, hvussu prísurin kundi hækka so nógv upp á nakrar fáar mánaðir.
Fyrrverandi landsstýrismaðurin staðfesti, at hetta fekk tungvektarar í samgonguni, Bárð Nielsen, Bjarna Djurholm og Jenis av Rana, at taka stuðulin aftur.
- Tá var tað at løgmaður tók málið úr hondunum á mær og segði, at tað mátti aftur í Løgtingið, tí sum støðan er nú, er politisk undirtøka ikki fyri ætlanini.
Men hann ivaðist heldur ikki í, at løgtingið fór at samtykkja uppskotið.
Kári P. Højgaard sigur, at tá føldi hann, at teppið varð skrykt undan ætlanini.
Tá fór eg í svart. Tað var ein myrkur dagur, tí tá visti eg, at alt fór at detta niðurfyri, segði hann.
Men nú føldi hann, at løgmaður hevði koyrt hann av málinum og hevði yvirtkikið tað sjálvur. Eftir hetta var Kári P. Højgaard at kalla bara áskoðari í restini av tilgongdini, tí nú var tað løgmaður, sum hevði latið seg í føraratroyggjuna.
Og tað var í hesi tíðini, at illa umstrídda avtalan um eina millión í endurgjaldið til CIP, skuldi avtalan dottið niðurfyri, varð avtalað, tó at Kári P. Højgaard formliga hevði skrivað hana undir.