Tað talar fyri B36

Sambært hagtølunum, so bendir nógv á, at B36 fer at endurvinna Føroyameistaraheitið í ár

 

Verandi føroyameistarnir úr B36 hava í løtuni beina kós eftir at endurvinna FM heitið.

 

B36 er fimm stig frammanfyri NSÍ á øðrum plássi, og sjey stig frammanfyri Víking á triðja plássi.

 

Sambært hagtølum fyri tey seinastu 10 kappingarárini, so talar nógv fyri, at B36 í ár fer at endurvinna Føroyameistaraheitið.

 

6 ferðir av 10 ferðum hesi seinastu 10 árini, hevur oddaliðið aftaná 20 umfør vunnið FM heitið.

 

Merkisvert er eisini, at seinastu fýra kappingarárini á rað, hevur liðið sum hevur ligið á odda aftaná 20 umfør eisini vunnið FM heitið.

 

Hagtølini síggja soleiðis út sambært www.faroesoccer.com :

 

2014: B36 á odda aftaná 20 umfør – B36 Føroyameistari

2013: HB á odda aftaná 20 umfør – HB Føroyameistari

2012: EB/Streymur á odda aftaná 20 umfør – EB/Streymur Føroyameistari

2011: B36 á odda aftaná 20 umfør – B36 Føroyameistari

2010: NSÍ á odda aftaná 20 umfør – HB Føroyameistari

2009: HB á odda aftaná 20 umfør – HB Føroyameistari

2008: EB/Streymur á odda aftaná 20 umfør – EB/Streymur Føroyameistari

2007: B36 á odda aftaná 20 umfør (Javnir í stigum við NSÍ) – NSÍ Føroyameistari

2006: EB/Streymur á odda aftaná 20 umfør – HB Føroyameistari

2005: Skála á odda aftaná 20 umfør – B36 Føroyameistari