Undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum bjóðar til hugnaløtu 29. februar klokkan 19.30 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegnum. Tiltakið er fyri kvinnur, sum hava ella hava havt krabbamein í undirlívi.
- Á skránni verður - Tvær søgur, ein sjúka - har systrarnar, Dagmar og Beinta Chlotier, fara at siga frá, hvussu tað er at vera sjúk, og hvussu tað er at vera avvarðandi. Á hugnaløtuni verður eisini drekkamunnur, prát og hugni.
Krabbameinsfelagið vísir á, at tá sjúka rakar, verða vanliga nógvir spurningar settir, og fólk hava tørv á upplýsing, vitan, stuðli og hjálp.
- Tað er gott at fáa nógva og góða hjálp frá familju, vinum og fakfólki. Okkara royndir vísa, at tað haraftrat hjálpir at koma saman við øðrum í somu støðu og sum hava kent sjúkuna á egnum kroppi.
Lagt verður aftrat, at tað hevur týdning at sleppa at práta, stuðla og hjálpa hvørjum øðrum og í fullum trúnaði tosa um tað, ið er felags - og eisini um tað, ið kann vera torført og tungt at bera.
- Vit gleða okkum til kvøldið og vóna, at undirtøkan verður góð, siga kvinnurnar í undirlívsbólkinum hjá Krabbameinsfelagnum.