Tað størsta var at prinsessan fekk ein lítlabeiggja

- Mítt størsta ynski er, at Russland og Ukraina koma til eina semju, soleiðis at hetta ræðuliga kríggið kann fáa ein enda, sigur Jaspur Langgaard.

- At Sambandsflokkurin ikki kom í samgongu harmar meg mest í 2022. Mynd: Kristina Háfoss.

Hvar heldur tú nýggjár og verður okkurt gjørt burturúr?

 

- Eg haldi nýggjár á Nesi saman við teimum nærmastu. Vit gera ikki nógv burturúr nýggjárinum. Vit eta ein betri bita, skjóta fýrverk og fylgja við sendingunum í KvF.

 

Tað sigur Jaspur Langgaard, sum býr á Nesi.

 

Hvør var størsta hendingin - upplivingin - hjá tær í 2022? 

 

Dagin fyri valið í 2019 bleiv eg abbi á fyrsta sinni, og hin 19 januar í ár fekk prinsessan ein lítlabeiggja, og var tað størsta hendingin í árinum.

 

Hvat var tað keðiligasta í 2022? 

 

Eftir valið hin 8. desember sá út til, at Sambandsflokkurin kom í samgongu, men soleiðis skuldi tað ikki vera. Hetta er tað, sum harmar meg persónliga mest í 2022. 

 

Hvørjar vónir hevur tú fyri 2023? 

 

Mítt størsta ynski er, at Russland og Ukraina koma til eina semju, soleiðis at hetta ræðuliga kríggið kann fáa ein enda.

 

Jaspur Langgaard sigur, at hansara persónligu vónir fyri 2023 eru, at felagið Intra, sum hann eigur saman við beiggja sínum, fær eitt gjøgnumbrot í Danmark, eftir at skipanin seinastu árini hevur fingið góða móttøku í Føroyum og Grønlandi.

 

Gevur tú eitt nýggjáarslyfti? 

 

Nei, eg plagi ikki at geva nøkur nýggjársslyfti, men skuldi tað verið eitt fyri 2023, hevði tað verið at brúkt meira tíð saman við teimum nærmastu, sigur Jaspur Langgaard.

 

- At Sambandsflokkurin ikki kom í samgongu harmar meg mest í 2022. Mynd: Kristina Háfoss.