Tað var stórt vónbrot fyri FC Suðuroy, at KÍ í síðstu sekundunum í Klaksvík mánadagin skoraði sigursmálið. Síðani 3-2 sigurin í Fuglafirði, hevur FC Suðuroy tapt fýra ferðir á rað við samlaða málmuninum 4-12.
Kortini er mótið gott:
-Liðið hekk væl saman í Klaksvík. Vit iðra okkum, men samstundis ásanna vit, at klaksvíkingar spældu seg til nógvar málmøguleikar. Nú eiga vit tveir heimadystir ímóti EB/Streymi og AB. Tað er í hesum báðum dystunum, at vit skulu vinna stigini, sum kunnu flyta okkum burtur frá niðurflytingarstrikuni. Tveir teir næstu heimadystirnir verða heilt avgerandi, sigur Jón Krosslá Poulsen hjá FC Suðuroy.
Tað er ivasamt, um John Tordar Poulsen er førur fyri at spæla. Hann er darvaður av skaða í rygginum.
EB/Streymur er botnlið, og tølini siga, at tað stendur heilt illa til. 2-1 sigurin á Argjum vísti seg ikki at venda gongdini. Síðani tá hevur EB/Streymur tapt tríggjar ferðir við samantalda málmuninum 0-13! Og 0-8 var øgiligt:
-Í tíggju teir seinastu minuttirnar skoraði NSÍ seks mál. Tað er einki annað at gera enn at vaska hetta burtur og at reisa okkum. Talan er um seks stiga dyst í Vági. Tíbetur er Marni Djurhuus við aftur. Hann eigur rutinuna at stýra, og tað fer vónandi at síggjast í Vági, sigur Teitur Joensen, hjálparvenjari hjá EB/Streymi.
Botnliðið er framvegis skaðadarvað: Rasmus Dan Sørensen er ikki tøkur, og tað er ivasamt um Arnar Dam, Leif Niclasen og Árni G. Olsen eru førir fyri at spæla.