Dagurin í dag er ein stórur og spennandi hondbóltsdagur, og ikki færri enn fýra týdningarmiklir dystir eru á skránni.
Tað eru fyrru hálvfinalurnar í steypakappingunum hjá teimum vaksnu, sum skulu avgreiðast í kvøld, og hjá monnum verða tað tveir framúr spennandi dystir.
Tey fýra liðini, sum stríðast um heiðursmerkini í 1. deild eru eftir í kappingini, og lutakastið, sum Hondbóltssambandið hevði stutt fyri jól, lagaði tað soleiðis, at VÍF og H71 skulu spæla í aðrari hálvfinaluni og Kyndil og StÍF í hinari.
Hesi lið skulu spæla tveir dystir móti hvørjum øðrum og vinnandi liðini spæla so finaluna leygardagin 14. februar.
Í kvøld spæla VÍF og H71 í Vestmanna klokkan 19.45, og tað er triðju ferð, at hesi liðini hittast í ár; tey hava vunnið einaferð í part. Dysturin millum Kyndil og StÍF verður spældur í Havn kl. 19.45, og so seint sum sunnudagin vann StÍF landskappingardystin millum feløgini sannførandi.
Eisini brak hjá kvinnunum
Hjá kvinnunum spæla 2. deildarliðið hjá VÍF og 1. deildarliðið hjá Kyndli í Vestmanna klokkan 18.30 í kvøld. Á Skála verður eitt rættiligt brak, tá StÍF og Neistin fara at dystast, hesi bæði liðini liggja saman við Kyndli púra jøvn í toppinum í 1. deild.
Seinnu hálvfinalurnar verða spældar næsta mikudag og í vikuskiftinum hava feløgini so frí í landskappingini.