Tað stendur nógv á spælarunum

At tað nú er so stutt millum dystirnar ber við sær, at tað ikki eru so góðar stundir at koma fyri seg eftir snuddir

Aftur í dag skulu fótbóltsspælararnir á vøllin. Hetta er triðja ferðin í eina viku, at týdningarmiklir dystir eru á skránni, og møguleiki er tískil fyri, at tað verða fleiri skiftingar á liðunum. Tíggjunda umfar var hósdagin, og harvið hava bara verið knappliga trý samdøgur at koma fyri seg eftir møguligar snuddir.

Hetta er onnur ferðin, at liðini hittast soleiðis, sum tey gera í dag. Fyrra ferðin var í fyrsta umfari, sum var 1. mars, tá ið fýra dystir vóru og 3. mars, tá ið B36 og EB/Streymur spældu í Gundadali. Ta ferðina endaðu fýra dystir við javnleiki: TB-KÍ 1-1, HB-AB 2-2, NSÍ-FC Suðuroy 6-1, B36-EB/Streymur 1-1 og Víkingur-ÍF 2-2.

NSÍ var einasta liðið, sum vann fulla úrtøku burtur úr fyrsta umfari, og síðani tá hevur NSÍ verið topplið.

Meðan tað fyrstu umførini var stutt millum javnleikirnar, so hevur tað síðani fimta umfar verið ein javnleikur hvørt umfarið. Undantakið var í sætta umfari, tá ið eingin dystur endaði javnur.

              

Í dag kl. 15.00

FC Suðuroy-NSÍ:

AB-HB:

EB/Streymur-B36:

ÍF-Víkingur:

KÍ-TB:

 

Støðan undan 12. umfari

NSÍ 25

B36 22

HB 19

Víkingur 17

TB 15

ÍF 14

KÍ 14

FC Suðuroy 9

AB 6

EB/Streymur 6