Tað stendur fast

Havi fyrr nevnt, at tá talið av fólkatingslimum er 179, so kemur hvør sessur at telja annan vegin, men at eitt javnaðarumboð skal vega so nógv til frama fyri Poul Nyrup, at javnaðarveljarar setast heima av teirri grund er ein reinging av veruligu viðurskiftunum, sum hinir flokkarnir ræða við.

Poul Nyrup hevur givið Føroyum mein høgg, og tað hevur Javnaðarflokkurin tikið avleiðingina av, so skilnaður er íkomin okkara millum.

Schlüter og Ellemann hava tó verið beiskari, tí hetta at leggja eina dulda ætlan um at kollrenna tað føroyska samfelagið kann ikki samanberast við nakað annað. Hendan ætlan var førd í pennin av »Færøgruppen« oktober 1992, men tað eydnaðist at dylja hetta notat fram til 1995, og tá var skaðin hendur.

So tit, sum himprast, hugsið um, at besti møguleikin fyri at rætta nakað upp aftur er at velja eitt óheft javnaðarumboð, sum hevur merkt uppá sín kropp ágangin frá Schlüter, Nyrup, Lykketoft og Ellemann.

Vit verða óheft av flokkum teirra. Tað skulu tit líta á!

10. mars 1998

Atli P. Dam