Tað snýr seg bert um mat – siga teir

Ein lesari hevur sent okkum hesa hugleiðing um ræðuliga kríggið, sum Russland førir í Ukraina. Lesarin skilir ikki, at so nógvir føroyingar bara hugsa um pengar – og um at fáa so nógvar pengar í egnan lumma.

– Hetta er so ræðuligt. Eg skilji slett ikki mínar landsmenn, sum bara hugsa um egnan vinning og einki leggja í, hvussu Russland við Vladimir Putin á odda oyðileggur, pínur og drepur børn, kvnnur og ósek fólk í Ukraina.

 

Lesarin hevur sett hugleiðinga upp sum eina yrking, sum uttan iva hevur sín íblástur úr sanginum hjá Steintóri Rasmussen, »Tað kundi verið eg...«:

 


Lítla Ljudmila og tríatisjey onnur kendu seg trygg í barnagarðinum, 

 

men tað snýr seg bert um mat!

 


Stanislav misti mammu, pápa og trý systkin av óndu missilini,

 

men tað snýr seg bert um mat!  

 


Lítli Slavinski græt ótroystiligur, tá tey jarðaðu sundursorlaðu systrina,

 

men tað snýr seg bert um mat!

 


tey vóru 37 í skúlabussinum, sum ikki varnaðist missilina,

 

men tað snýr seg bert um mat!

 


vit sleppa ikki í kirkju sunnumorgunin, tí hon er s(t)prongd,

 

men tað snýr seg bert um mat!

 


abbi og omma hvurvu í leivdunum av røktarheiminum,

 

men tað snýr seg bert um mat!

 


dronan tók ikki atlit til, at elskaða Latvia og eg skuldu giftast dagin eftir,

 

men tað snýr seg bert um mat!

 


tey hjá fastir varnaðust onki, fyrrenn háhúsini rapaðu og ongin teirra vaknaði aftur,

 

tað snýr seg bert um mat!

 


granatirnar sprongdu beinini av Sergei - og 20.000 øðrum,

 

men tað snýr seg bert um mat!

 


Tamislav og Gurka runnu úrslitaleyst undan deyðans dronu,

 

men tað snýr seg bert um mat!

 


eg var júst útskrivaður, tá missilin rakti sjúkrahúsið og tey 387 innløgdu,

 

men tað snýr seg bert um mat!

 


lítli Satsja helt, at granatin kundi etast,

 

men tað snýr seg bert um mat!

 


pápi vágaði sær til handils- og hvarv,

 

men tað snýr seg bert um mat!

 


í fangaleguni verða tey pínd og týnd,

 

men tað snýr seg bert um mat!

 


ein fekk tunguna skorna av,

 

men tað snýr seg bert um mat!

 


besta vinkonan misti bæði eyguni,

 

men tað snýr seg bert um mat!

 


Eg siti trygt í Føroyum og hugsi nógv um meg

 

 

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##

 

##med19##

 

##med20##

 

##med21##

 

##med22##

 

##med23##

 

##med24##

 

##med25##

 

##med26##

 

##med27##

 

##med28##

 

##med29##