Føroyingar skulu sleppa á fólkaatkvøðu nógv oftari at siga siga sína hugsan um ymisk viðurskifti.
Tað vil Tjóðveldi.
Flokkurin hevur nú lagt uppskot fyri løgtingið um at gera tað nógv lættari at skipa fyri fólkatkvøðu í Føroyum.
Flokkurin ætlar, at tá uppskot ella ríkislógartilmæli eru samtykt í Løgtinginum, skal ein triðingur av løgtingslimunum, tað eru 11 tinglimir, kunna biðja løgtingsformannin um at skipa fyri fólkaatkvøðu um málið.
Tað skal verða gjørt í seinasta lagi tríggjar yrkadagar eftir, at uppskotið er endaliga samtykt.
Men tá ið fólkaatkvøða er biðin um eitt mál, kann Løgtingið samtykkja, at tað fellur burtur ístaðin fyri at halda fólkaatkvøðuna.
Ger Løgtingið ikki tað, skal fólkaatkvøðan vera og har er vanligur meiriluti galdandi.
Atkvøður meirilutin ímóti uppskotinum, skal tað fella burtur.
Tjóðveldi vil eisini, at vanligir føroyingar skulu kunna leggja uppskot fyri Løgtingið.
Treytin er, at minst 4.500 av veljarunum skriva undir eitt uppskot og lata løgtinginum tað og tá skal tingformaðurin leggja tað fyri Løgtingið.
- Á sama hátt kunnu í minsta lagi 4.500 av veljarunum innan fyri eina frest á tríggjar mánaðir, leggja fram uppskot um at vraka eina lóg, Løgtingið hevur samtykt.
Tjóðveldi sigur, at orsøkin til uppskotið er at verja ein minniluta av fólkinum og Løgtinginum ímóti diktaturi frá meirilutanum.
- Royndirnar seinastu tíðina siga okkum, at okkara politiska mentan er slík, at lítið og einki av atliti verður tikið til minnilutar ella tí at røkka breiðum semjum í stórum málum, sigur Tjóðveldi
- Øll tey stóru málini undir sitandi samgongu bera brá av hesum, har flatskattur og forskatting av pensjónum er besta dømi um kollvelting, sum eru skundaðar ígjøgnum, uttan atlit til stóra minnilutan á tingi, leggur flokkurin afturat.
|









