Tað skal verða bíligari - hjá summum

Tað skilst, at samgongan arbeiðir við eini nýggjari prísskipan fyri Strandferðsluna

Sum skilst arbeiðir samgongan nú við at gera eina nýggja prísskipan fyri Strandferðsluna. Hetta er ein skipan, sum fer at gera tað bíligari hjá suðuroyingum, og útoyggjafólki, at ferðast við Strandferðsluni.

 

Samgongan ætlaði at samtykkja ein part av samferðslupakkanum nú, áðrenn Løgtingið fer í summarfrí. Tað, sum skuldi samtykkjast nú, var, at tað skuldi verða ókeypis at koyra ígjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin. Í heyst skuldi málið so takast upp um at gera tað bíligari hjá suðuroyingum, og útoyggjafólki at sigla við Strandferðsluni.

 

Men Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, krevur, at tey bæði málini verða loyst í senn, tí annars tekur hann ikki undir við tí. Hann sigur, at tað stendur hann við, tí tað ber ikki til at gera tað ókeypis hjá summum, samstundis sum at onnur skulu rinda í dýrum dómum fyri at ferðast. Ein ferðseðil til bil og førara, kostar 225 krónur við Smyrli og tí ber tað ikki til, at samgongan ætlar, at fimm fólk skulu kunna seta seg í ein bil og koyra ókeypis ígjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnil.

 

Les eisini: Góðtaka ikki at tað bara verður bíligari hjá nøkrum fáum

 

Ætlanin var, at Løgtingið skuldi avgreiða málið í farnu viku, men tað gekk ikki, tí semja er ikki um tað. Síðani skuldi tað vera ígjár, men tað varð heldur ikki av nøkrum. Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, og formaður í fíggjarnevndini, vildi ikki siga nakað fyri KvF í gjár og hann er ikki at hitta í morgun. Men í Løgtinginum í farnu viku róði hann fram undir, at fíggjarnevndin skuldi viðgera málið um aftur.

 

Og tað skilst í morgun, at fíggjarnevndin hevur tikið málið til viðgerar av nýggjum við tí fyri eyga eisini at gera eina avsláttarskipan fyri suðuroyingar og útoyggjafólk. Tað merkir, at suðuroyingar og útoyggjafólk, fáa eitt borgarakort, sum tey vísa tá ið tey keypa ferðaseðilin, so fáa tey bíligari ferðseðil. Tað skilst eisini, at málið verður lagt fyri Løgtingið seinnapartin í dag, ella í kvøld við tí í hyggju at avgreiða tað hesa vikuna.