Tað skal vera nógv truplari at roykja í Føroyum - og nógv dýrari

Tað skal vera so trupult og dýrt at roykja, at fólk skulu halda seg frá tí

Seinnu árini eru ymisk tiltøk sett í verk við tí endamáli at minka um roykingina. Men kortini má ásannast, at enn er langt á mál, tí enn eru tað nógvir føroyingar, sum roykja. Tað ásanna tey, sum hava skrivað nýggju krabbameinsætlanina, sum varð latin landsstýrinum hendan dagin.

 

Kanningar vísa, at 19 prosent av føroyingum roykja og tí er neyðugt at seta strong tiltøk í verk ímóti royking, siga tey, sum hava skrivað nýggju krabbameinsætlanina. Kanningar aðrastaðni vísa, at 15 prosent av øllum krabbameinstilburðum standast av royking og 82 prosent av øllum tilburðum av lungnakrabba standast av royking.                

 

Roykilógin er frá 2008 og nú er neyðugt at fáa eina nýggja roykilóg, siga tey. Og í eini nýggjari roykilóg er tað serliga týdningarmikið er seta tiltøk í verk sum verja børn og ung ímóti royking. Tí má dentur leggjast á at tryggja, at royking ikki er ein partur av gerandisdegnum hjá børnum og ungum. Tað merkir, at tað skal rætt og slætt vera roykfrítt har sum børn og ung eru.

 

Ein máti at gera tað upp á er at gera alla arbeiðstíðina roykfría hjá teimum, sum hava við børn og ung at gera. Tað er longu forboðið at roykja innandura á almennum støðum, men nú skal tað heldur ikki verða loyvt at roykja uttandura við barnagarðar og vøggustovur. Og tað skal heldur ikki verða loyvt at roykja uttanfyri við skúlar, á ítróttarøkjum, og aðrastaðni, har børn og ung eru. Tað skal heldur ikki verða loyvt at roykja í húsum har børn eru í dagrøkt.

 

Besti mátin at tálma royking og rúsdrekkanýslu upp á, er at avmarka møguleikarnar at fáa fatur á tí, og at gera tað dýrt. Tað ber til at avmarka møguleikarnar at fáa fatur á tí við at avmarkað talið á handlum, sum sleppa at selja tað, og at seta aldursmark á.

 

Eftir rúsdrekkalógini eru tað bara tey, sum hava fingið skeinkiloyvi, sum hava  loyvi at skeinkja rúsdrekka. Tey sum hava skrivað krabbameinsætlanina, siga, at ein sama slag skipan at vera fyri tubbakk. Tað merkir, at eingin skal hava loyvi til at selja tubbakk uttan at hava fingið eitt serligt loyvi til tað.

 

Harafturat eigur prísurin á sigarettum, sigarum og tubbakki, at hækka alla tíðina og tey, sum ferðast uttanlands, skulu ikki longur sleppa at keypa tollfríar tubbaksvørur.

 

Harafturat eiga ávaringarnar á sigarettpakkum at verða herdar og liturin á sigarettpakkunum skuldi verið broytt. Pakkarnir í Føroyum skulu nevniliga líkjast teimum í Noregi og ES, har teir eru gráir og keðiligir við ongum litum á.

 

Les eisini: Tað kostar yvir 100 føroyingum lívið um árið

 

Hesi seinastu árini eru nógv ung farin at brúka snús, tyggitubakk og nikotinposar. Hetta kann eisini elva til royking, og tí verður tað eisini tikið við í hesum sambandi, siga tey.

 

­– Snús, tyggitubakk og nikotinposar fáast við ymiskum smakki og eru pakkað soleiðis, at tey venda sær ímóti teimum ungu. Tað er rættiliga nógv nikotin í tí, og nikotin er rættiliga turvelvandi. Sosatt er vandi fyri, at tey, sum brúka snús, tyggitubbakk og nikotinposar, eisini fara at roykja.