Tað skal vera látur og grátur í miðbýnum í Havn

Nú skal pláss gerast til børn og barnafamiljur mitt í Havnini

- Tað er stórur tørvur á einum spæliplássi mitt í Havnini.

 

Tað halda býráðslimir í Havnini. Og júst tann tørvin hava teir nú samtykt at gera nakað við.

 

Á býráðsfundi hóskvøldið, samtykti býráðið nevniliga at fara undir at taka Grasagarð mitt í býnum til spælipláss, og at gera tær broytingar, sum eru neyðugar og at útvega neyðugu útgerðina.

 

- Vit halda, at Grasagarður er rætta staðið til eitt spælipláss. Hann er mitt í býnum, men har gongur ikki nógv fólk, sigur Tróndur Sigurðsson, formaður í  byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar Býráð.

Annars vísir hann á, at Í allari Havnini er ikki eitt tað einasta spælipláss, sum er nakað at rópa hurrá fyri, og tí er tað alneyðugt at hava eitt tilboð av hesum slagnum.

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at hetta er ein partur av miðbýarætlanini hjá Tórshavnar Býráð, at fáa børnini og barnafamiljurnar inn aftur í miðbýin. Tað skal vera látur og grátur og spælandi børn í miðbýnum, sigur hann.

 

Bjørg Dam, sum hevur sæti á tingi fyri Sigrun Mohr, sigur, at einasta pláss, børn kunnu vera og spæla á í Miðbýnum, er á Tinghúsvøllinum, og tað er ikki serliga fremjandi. Tí heldur hon, at tað er kærkomin ætlan at gera Grasagarð til spælipláss.

 

Sjúrður Olsen sigur, at vit hava ikki veðurlag til uttanduravirksemi og tí mælir hann til at gera okkurt slag av tekju útyvir spæliplássið, annars verður tað ikki ofra, at børn verða at síggja har niðri, tí vit hava ikki verður til tað

 

Á býráðsfundinum hóskvøldið játtaði býráðið 1,5 milliónir til at gera spæliplássið. Farið verður undir arbeiðið beinanvegin, so at tað verður liðugt á ólavsøku.