Tað skal forða fyri dálking og sjúku

Í løtuni er tað ikki nóg greitt, hvør hevur ábyrgdina

Nú skal tað verða lættari at forða fyri dálking og smittuspjaðing, tá ið laksur sleppur úr einum alibrúki og fer í áir og á vøtn. Tað er endamálið við einum uppskoti, Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í vinnmálum, fer at leggja fyri Løgtingið í næstum.

 

Á sumri 2018 var ein óvanlig støða við stórum nøgdum av laksi staðfest í Leyná, og hildið varð, at talan var um alilaks. Øll alifeløgini kannaðu sínar nótir, men einki hol var á nakrari nót. Fiskaaling gjørdi kanningar, sum vístu, at talan sannlíkt var um nýliga slopnan alilaks. Fiskurin var illa fyri, og ein partur av honum doyði, meðan hann stóð í ánni.

 

Landsstýrismaðurin sigur, at kanningar staðfestu, at allur kannaði fiskurin hevði hjartaklovning. Men tá var støðan, at tað var ógreitt, hvør hevði ábyrgdina av at fáa laksin úr aftur ánni, men skipaðu Havbúnaðarfelagið og tey trý alifeløgini fyri, at fiskurin varð tikin úr ánni - við hjálp frá Sílaveiðifelagnum.

 

Í roynd og veru er er støðan eisini tann, fyri at fara eftir laksi í slíkum føri, krevst eisini góðkenning frá jarðareigaranum.

 

Men eftir lógini, sum nú verður lagt fyri Løgtingið, skulu myndugleikarnir hava rætt til at fara í áir og vøtn fyri at fáa slopnan alifisk aftur, tí tað kann elva til dálking, umframt at tað bera smittu við sær til øki, sum annars eru sjúkufrí.