Tað skal vera bíligari at fáa sær ein bústað

Nú verður uppskot lagt fyri Løgtingið um at gera tað bíligari at leiga íbúð og at keypa sær ein bústað

Tað er ein dýr søga at fáa tak yvir høvdið nú á døgum, bæði at leiga eina íbúð og at keypa og byggja. Men nú fer Javnaðarflokkurin at leggja uppskot fyri Løgtingið við tí endamálið at gera tað bíligari at seta búgv. Í hesum sambandi vil Javnaðarflokkurin hava Løgtingið at samtykkja, at tað skal bera til at seta almannagagnlig bústaðafeløg á stovn í Føroyum. Hetta skal vera í samstarvi millum kommunur og Bústaðir, sigur flokkurin. Tey vísa á, at hetta er vanligt í norðurlondum og royndirnar hava verið góðar

 

– Ein bústaður er eitt heim, tað er ikki ein vøra og tí mugu vit seta tiltøk í verk fyri at fáa bíligar leiguíbúðir til vega beinanvegin, sigur Javnaðarflokkurin. Tey siga, at gera vit ikki tað, er vandi fyri, at vit fáa øki í landinum, har bara fólk við høgum lønum búgva, tí láglønt og enntá miðallønt ikki hava ráð til at keypa ella leiga har.

 

– Tað er neyðugt, at hálønt og láglønt - ung og gomul - búgva lið um lið fyri at tryggja samanhangsmegina í samfelagnum, sigur Aksel V. Johannesen, formaður, í tíðindaskrivi nú seinnapartin.

Eitt almannagagnligt bústaðafelag hevur ikki til endamáls at vinna pening upp á húsaleiguna. Endamálið er at halda húsaleiguna so lága sum gjørligt, so at barnafamiljur, støk og fólk, sum annars ikki hava ráð ella orku til at keypa ella halda hús, kunnu leiga fyri sømiligan prís. 


Í løtuni er eingin beinleiðis heimild at stovna slík feløg. Tí fer Javnaðarflokkurin í næstum at leggja uppskot fyri Løgtingið um at geva kommunum og Bústøðum heimild at seta almannagagnlig bústaðafeløg á stovn, sum skulu tryggja bíligari húsaleigur til føroyingar.  

– Við hesari heimildini kunnu kommunur og Bústaðir tryggja nógv fleiri bíligari leiguíbúðir enn í dag. Hetta merkir tó ikki, at privat feløg ikki framvegis kunnu byggja á sama hátt sum áður. Tað er týdningarmikið, at vit bæði hava almennar og privatar bústaðir, soleiðis at bústaðarmarknaðurin er fjølbroyttur, sigur Aksel V. Johannesen.