Tað skal ikki vera nakar ivi um, hvar vit hoyra til

Danska fregnartænasta staðfestir, at okkara samhandil við Russlan og Kina, er ein vandi fyri trygdina

##med2##

 

Tað má ikki vera nakar ivi um, at vit eru ein partur av vesturheiminun. Tað sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður.

 

Í morgun skrivaðu vit, at danska fregnartænastan hevur staðfest, at áhugin hjá stórveldunum fyri Norðuratlantshavinum og Arktis hevur við sær, at størri vandi er fyri kinesiskari og russiskari njósning í Føroyum.

 

Sjúrður Skaale sigur, at tað eigur ikki at koma óvart á, men tað, sum vit ikki hava sæð fyrr, er, at danska fregnartænastan metir eisini, at samhandil við Russland og Kina er ein hóttan ímóti trygdini og økir um vandan fyri njósning.

 

Føroyingar eru í teirri støðu, at vit hava nógv handilssamband við Russland og Kina, men Sjúrður Skaale sigur, at tað er nakað, sum altíð hevur verið góðtikið – so leingi eingin ivi annars er um, at vit annars eru ein partur av vesturheiminum.

 

Trýst á pílin undir myndina og hoyr eina samrøðu, FM1 hevði við Sjúrð Skaale fyrr í dag.