Tað skal einki vera at seta fingurin á

Nevndin, sum skal kanna fyrimunir og vansar við at fáa netbankan aftur til Føroya, verður sett í næstum

Nevndin, sum skuldi setast at kanna fyrimunir og vansar av at flyta netbankan aftur á Føroyskar hendur, er ikki sett enn.

 

Men Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at hon verður sett í næstum.

 

Seinastu tíðina hava tey brúkt til at orða ein arbeiðsstetning fyri nevndina og landsstýrismaðurin sigur, at nevndin verður sett fyrsta dagin.

 

Jørgen Niclasen sigur, at endamálið er, at nevndin skal vera liðug í ár, og tá fáa vit so at vita, hvørjar avleiðingarnar vera av at bankarnir taka netbankan, og aðrar KT skipani heim aftur úr Danmark.

 

Tað var tann 25. mars, at bankarnir, Fíggjarmálaráðið og Vinnumálaráðið avtalaðu at ein óheft nevnd skuldi setast til endamálið. Tað hendi í kjalarvørrinum á rokinum sum stóðst av, at bankarnir vildu hava allar føroyingar, sum hava netbanka, upp í donsku NemID skipanina.

 

Landsstýrismaðurin sigur, at enn er støða ikki tikin til, hvør skal sita í nevndini, men talan skal vera um fólk, sum eru køn á økinum.

 

Og nettupp álit, verður kjarnan í nevndararbeiðnum. Løgtingið hevur longu í síðst í apríl mánað tikið undir við, at nevndin verður sett. Men tá legði løgtingið samstundis áherðslu á, at trygd má fáast fyri, at nevndin er óheft og at úrslitið verður so mikið álitisvekjandi, at eingin skal kunna sáa iva um tað.

 

Og Jørgen Niclasen sigur, at hetta tekur hann til eftirtektar, tí ongin skal kunna seta fingurin á úrslitið, sigur hann.

Annars hevur politiski myndugleikin eisini áður heitt á Jørgen Niclasen um seta hesa kanningina í verk. 

 

Løgtingið vísir á, at tað ber til at flyta netbankan, og KT skipanir ímillum Danmark og Føroya, tí tað hava bankarnir roynt áður. Men mótstríðandi upplýsingar eru komnir fram um, hvussu nógv tað kostar at taka Netbankan heimaftur. Tí er neyðugt at vita nágreiniliga, hvat tað kostar at flyta netbankan heim til Føroya.

 

Løgtingið sigur, at nevndin skal somuleiðis kanna, hvørjar avleiðingar tað fær um netbankin, og aðrar KT skipanirnar, ikki verða tiknar heimaftur.

 

Her verður hugsað um at hvørjar avleiðingar, tað fer at fáa í samband við at framtíðartryggja føroyska KT-infrakervið, fyri at menna eina føroyska KT- vinnu og fyri vitanarstigið á økinum.