Tað skal bera til at fáa feriu í eina viku afturat

Løgtingið fer nú at viðgera eitt uppskot um tað

Tað skal bera til hjá fólki, sum arbeiða hjá privatum arbeiðsgevarum, at fáa feriu í eina viku afturat um árið. Tað halda tey í Javnaðarflokkinum og nú hava tey eisini lagt uppskot fyri Løgtingið um tað.

 

Tey vísa á, at teir flestu løntakarar á almenna arbeiðsmarknaðinum, hava longu rætt til feriu í seks vikur. Hetta ger seg ikki galdandi á privata arbeiðsmarknaðinum í sama mun.

 

– Tá ið spurningurin um at fáa feriu í eina viku afturat, hevur tikið seg upp undir sáttmálasamráðingum á privata arbeiðsmarknaðinum, hevur Arbeiðsgevarafelagið víst á, at hetta ikki kann lata seg gera, tí tað er ásett við lóg, at ferian er fimm vikur.

 

– Sostatt tykist frítíðarlógin vera ein forðing fyri, at løntakarar á privata arbeiðsmarknaðinum verða javnsettir við løntakarar á almenna arbeiðsmarknaðinum, tá talan er um frítíð, sigur Javnaðarflokkurin.

 

Tey siga, at endamálið við uppskotinum, tey nú hava lagt fyri Løgtingið, er at beina hesa forðingina burtur so at tað yvirhøvur ber til hjá fakfeløgunum á privata arbeiðsmarknaðinum at samráðast um at fáa feriu í eina viku afrurat.

 

Hetta verður gjørt við at staðfesta púra greitt í lógini, at tær fimm vikurnar, sum ferian er, er eitt minsta mark, og at tað sostatt ber til at samráðst um at leingja frítíðina.

 

Javnaðarflokkurin vísir á, at seinast, ein stór broyting varð gjørd í hesum viðurskiftunum, var í áttatiárunum, tá ið frítíðin hækkaði úr trimum upp í fimm vikur, og gjaldið til Frítíðargrunnin hækkaði úr 9 prosentum upp í 12 prosent.

 

– Tað, sum nú er óheppið, er, at lógin verður brúkt sum jarnbrot at forða fyri, at partarnir yvirhøvur kunnu samráðast um at fáa feriu longri enn fimm vikur, sum lógin ásetur.

 

Tey halda eisini, at orðingin í lógini um frítíðarløn, eigur at verða broytt. Sum lógin er nú, er frítíðarlønin 12 prosent av lønini, men tað eigur at verða broytt til at hon skal vera minst 12 prosent fyri á tann hátt at geva pørtunum á arbeiðsmarknaðinum møguleika til at hækka hækka frítíðarlønina um so er, at talið á frívikum hækkar.