– Gud viti, hvussu leingi tað fer at vera so ringt, sum tað hevur verið higartil. Tað er næstan, sum ein endaleysur saknur, men einaferð fara vit helst at kunna minnast og tosa um Rana við gleði, siga foreldrini hjá Rana í Billustovu, sum andaðist í ferðsluvanlukku í Oyndarfirði 3. jóladag í fjør.
Sunnudagin er minningardagur teirra, sum farin eru í ferðsluni. Í hesum sambandi hevur Sosialurin hitt foreldrini hjá Rana í Billustovu, sum var annar teirra, sum doyði í vanlukkuni, tá teir í bili koyrdu út av vegnum í Oyndarfirði og endaðu í Rættargjógv.
Foreldrini greiða frá hvøkkinum, sorgini og sakninum - og um, hvussu ring støðan var, meðan leitað var eftir líkinum av Rana í fleiri dagar, og um, hvussu glað tey vóru í sorgini, tá likið av Rana umsíðir varð funnið.
– Ongantíð hevur verið neyðugt at skelda ella hótt við nøkrum, og vit kendu okkum veruliga sannførd um, at Rani hevði skilt álvaran í at koyra ávirkaður og koyra ov skjótt, siga foreldrini í samrøðuni við Sosialin.
– Men hesum koma vit ikki nærri. Hvat ið veruliga hendi, verður millum Jens Paula og Rana, tí tað er ikki staðfest, hvør teirra koyrdi bilin, tí sambært líkskoðanini bar ikki til at siga, hvør ið koyrdi, tí hvørgin teirra hevði sitið í trygdarbelti. Eingin hevði sæð teir, siga foreldrini, sum leggja dent á, at upplýsing er tað einasta, ið kann fyribyrgja slíkum vanlukkum.
Síðani minningardagurin varð hildin í fjør, hava níggju fólk latið lív í ferðsluni í Føroyum. Síðani fyrstu staðfestu ferðsluvanlukkuna í Føroyum í 1928 eru 281 fólk deyð í ferðsluni í Føroyum.
Sunnudagin verða 200 blómutyssi løgd út á støð, har fólk eru deyð í ferðsluni.