- Tað er ikki vist, at tað er nøkur einstøk orsøk til vánaligu støðuna hjá sjófuglinum. Eg trúgvi, at tað er menniskjan, sum hevur gripið inn eina ella aðrastaðni, har hetta so aftur hevur gingið út yvir grundarlagið hjá fuglinum.
Tað sigur fuglafrøðingurin og granskarin, Jóhannis Danielsen, sum seint í 2018 tók við starvinum sum fuglafrøðingur eftir Berg Olsen, sum tá hevði verið fuglafrøðingur heilt síðan 1972. Bergur, sum er farin um tey sjeyti, er farin frá vegna aldur.
Nú er tað Jóhannis Danielsen, sum skal bera stafettina sum fuglafrøðingur og granskari á fuglakanningarstøðini hjá Havstovuni víðari.
Vilt tú vita, hvat er undir vatnskorpuni, kanst tú hyggja upp í fuglabjørgini.
Og tó.
Heilt so einfalt er tað ivaleyst ikki, men eingin ivi er um, at neyvur samanhangur kann vera millum støðuna hjá fiski og sjófugli. Fuglafrøðingurin á Havstovuni arbeiðir burtur av við sjófugli, og heiðafuglur er ikki fevndur av arbeiðsøkinum.
Sjófuglur livir av somu føði sum fiskur, og føðin hjá sjófugli er soleiðis ein týðandi partur av vistfrøðini, sum eisini hevur týdning fyri fiskastovnarnar. Fuglakanningarstøðin hjá Havstovuni hevur eina serstaka játtan á fíggjarlógini, og støðan hjá sjófugli avspeglar tað, sum er í havinum - og øvut.
Arbeiðið hjá fuglafrøðinginum er eitt nú at gera kanningar av sjófuglameinginum í Føroyum og at kanna sambandið millum sjófugl og vistskipanir í havinum.
Arbeiðið fevnir eisini um teljingar og eftirlitskanningar av sjófugli í Føroyum, at gera stovnsmetingar av sjófugli, kanna føði og atferð, verða við í føroyskum og altjóða vísindaligum verkætlanum - og at upplýsa um granskingarúrslit og ráðgeva almenningi og myndugleikum.
Støðan hjá sjófuglinum hevur ikki verið góð í nógv ár. Árini hava verið ymisk, men sum heild hava flestu sjófuglasløg í Føroyum yvir tíð verið í stórari minking.
Tað er ymiskt, sum sagt hevur verið um lunda í summar. Onkur sigur, at tað hevur sæð út av ongum, og onnur siga, at tað hevur verið óvanliga nógvur lundi. Sama hevur verið sagt um annan sjófugl.
- Persónliga trúgvi eg, at ein orsøk til vánaligu støðuna hjá sjófuglinum er, at menniskjan hevur gripið inn eina ella aðrastaðni, har hetta so aftur hevur gingið út yvir grundarlagið hjá fuglinum, sigur Jóhannis Danielsen.
Í VikuskiftisSosialinum, sum fæst til keyps í blaðsølunum kring landið, er ein størri samrøða við fuglafrøðingin, og her er eisini ein ávísing lýsing av, hvussu tað hevur gingist við lundanum í hesi øldini.