Tað siga havlívfrøðingar um rækjuveiðina

Fiskifrøðiligu tilmælini siga, at rækjukvoturnar í Vesturgrønlandi og Eysturgrønlandi eiga at verða tær somu í 2022, sum tær hava verið í 2021.

Havlívfrøðingar mæla til, at í mesta lagi 115.000 tons av rækjum kunnu fiskast í Vesturgrønlandi í 2022, og 3000 tons í Eysturgrønlandi.

 

Hetta er júst sama ráðgeving, sum hevur verið galdandi fyri árið í ár, bæði í Vesturgrønlandi og Eysturgrønlandi. 

 

Tilmælini eru latin grønlendska landsstýrinum, sum fer at seta endaligu tølini á, hvussu nógv tons av rækjum kunnu fiskast í Grønlandi í 2022.

 

Sermitsiaq veit at siga, at lívfrøðiligar royndir eru ikki gjørdar av rækjustovninum í Grønlandi í ár, tí nú verður bíðað eftir nýggja havrannsóknarskipinum, sum er seinkað.

 

Útrokningar hjá havlívfrøðingum vísa tó, at rækjustovnurin í Vesturgrønlandi verður veiddur burðardygt, og at stovnurin bæði er støðugur og stórur.

 

Stovnurin verður eisini mettur út frá rækjuveiðini í árinum og veiðini fyri hvørt tóv, sum skipini á rækjuveiði gera. Ymisk onnur atlit eru eisini tikin í metingunum.

 

Sum skilst, vísa metingar eisini, at rækjustovnurin í Eysturgrønlandi hevur verið í menning seinnu árini. 

 

- Men, stovnurin her er ikki á sama støði sum fyri 2004. Haraftrat kemur, at rækjurnar í Eysturgrønlandi eru savnaðar í einum avmarkaðum øki á leiðini við Dorhn Banka, skrivar Sermitsiaq.