Millum klokkan 07.30 og 09 gjáramorgunin gjørdi løgreglan málrættað átak við rundkoyringina við endan av Leitisbrekku í Saltangará.
Her fingu ikki færri enn sjey bilførarar bót og klipp í koyrikortið fyri at koyra móti ferðsluni í lítlu rundkoyringini, sum her er.
Umframt hesi sjey klippini, fekk ein bilførari eisini bót og klipp í koyrikortið fyri eitt barn undir 15, sum ikki sat í trygdarbelti.
Ein bilførari fekk bót, tí bilrúturin var ikki nóg væl reinsaður fyri kava, og nakrir fingu átalu, tí lyktir ikki vóru nóg væl reinsaðar.
Hetta visti vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn at siga í síni samdøgurfrágreiðing í morgun.











