- Tað er framvegis málið at tað skal vera javnvág á fíggjarlógini í 2016. Men tað sær øgiliga torført út.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, viðgongur nú, at tað sær svart út at røkka málinum um at tað skal vera javnvág á fíggjarlógini í 2016.
Hann hevur annars tvíhildið um, at tað málið skal røkkast, men á fólkafundi í Klaksvík í kvøld mátti hann ásanna, at hann væntar ikki, at tað verður veruleiki.
Hann sigur, at tað verður ikki fyrrenn seinni, at vit fara at síggja sparingarnar av teimum nýskipanum, samgongan hevur sett í verk á pensjónsøkinum og øðrum nýskipanum, ætlanin er at seta í verk.
Hann tvíheldur kortini um, at hansara lutur skal ikki liggja eftir.
Men hann ivast í um samgongan orkar at lyfta tað takið, tí politisku flokkarnir eru farnir at kappbjóða um almenna umsorgan, sum hann málber seg.
Johan Dahl, næstformaður í Sambandsflokkinum ásannar eisini, at tað verður torført, tí saman, hvat verður gjørt, hækka útreiðslurnar alsamt.
Samstundis hevur flatskatturin ikki enn havt ta ávirkan ætlanin var, tí higartil er hann mest brúktur at rinda skuld aftur við.
Hinvegin er Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, púra vísur í, at hallið verður ikki burtur í 2016.
- Ikki við hesari samgonguni, staðfestir hann. Hann vísir á, at hallið er vaksið frá 2011 til 2012 og tað verður uppaftur størri í ár.
- Verður ikki lagt á eina heilt aðra politiska kós, verður tað undir ongum umstøðum burtur í 2016.
Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, sigur, at øll tekin eru í sól og mána um, at hallið verður ikki burtur í 2016.
Hann sigur, at tað stóra bakkastið er, at samgongan ikki tók av einum privatum Eysturoyartunnil, men heldur vil binda landskassan til eina íløgu á tvær ella tríggjar milliardir.
Sirið Stenberg, næstforkvinna í Tjóðveldi, vísir á, at Búskaparráðið hevur staðfest, at føroyski búskapurin er ikki haldførur, og ein orsøk er, at pensjónirnar eru forskattaðar. Og tann skatturin er ikki brúktur til at tryggja landskassan, men hann er brúktur, so heldur ikki hon trýr upp á javnvág í 2016.
Sámal Petur í Grund, sum umboðaði Framsókn á fólkafundinum, sigur, at hallið verður einar 500 milliónir í ár, so javnvágin er langt burtur.
Mest bjartskygdur er Karsten Hansen úr Miðflokkinum.
- Men tað gerst ikki bara við at lækka útreiðslur, tí ger samfelagið verri at liva í.Vit skulu framleiða meiri og vit skulu hava fleiri inntøkur, sigur Karsten Hansen.