Fyri einari viku síðani fór EB/Streymur av Argjum við 3-1 sigri. Í kvøld riggar AB til at fara úr Hólmanum á Eiði, og í viðførinum er 4-1 tap. Hesi bæði innanhýsis úrslitini bera við sær, at EB/Streymur er á sætta plássi við 19 stigum, og at AB hevur 10 stig og er niðast og fýra stig frá áttanda plássinum, sum ber bjarging undan niðurflyting við sær.
EB/Streymur legði seg í fyrra hálvleiki á odda 4-0, og tað sást aftur í seinna hálvleiki, tá ið tað hjá heimaliðnum meiri ráddi um at halda tørn. AB royndi at svara aftur, og tað eydnaðist innskifta Bartali S. Petersen at minka um munin til 4-1 eftir uppspæl frá Samuel James Pollard, sum í fyrra hálvleiki var vongverji í vinstru og í seinna hálvleiki var framrættaður.
-Hetta var ikki gott. Á Argjum var verjuspælið á ongan hátt sannførandi, og aftur í dag var verjuspælið í fyrra hálvleiki ikki nóg gott. Hetta kennist tungt og tómt, men nú fara vit at analysera hetta, og so fara vit at fyrireika okkum til næsta dyst, sum verður næsta sunnudag á heimavølli ímóti HB. Spurningar, sum vit fara at tosa um, er um vit skulu broyta spælskipan, og hvørjir spælarar passa best til skipanina. Tibetur vístu spælararnir seg frá nógv betri útgávu í seinna hálvleiki, tá ið tað eydnaðist at minka um munin, og tað verður við tí hugburðinum, vit fara at stríðast fyri at varðveita plássið í bestu deildini, sigur AB venjarin Símun Elasen í samrøðu við Trónd Arge hjá Televarpinum.
Sigfríður S. Clementsen venjari hjá EB/Streymi er fegin um úrslitið og gongdina, men í Hólmanum á Eiði í kvøld vil hann ikki hoyra talan um, at teir í Sundalagnum eru leysir av hóttanini at flyta niður:
-Vit plaga at siga, at tað skulu 24 og kanska 27 stig, áðrenn hóttanin av niðurflyting er burtur, og tað restar nógv í, áðrenn vit eru har. Men eg eri fegin um hetta úrslitið, og eg eri fegin um mátan, sum vit vunnu. Vit vardu væl, vit vóru raskir í nærdystunum, og fótbóltsspælið er munandi betri nú, enn tað var fyrr í ár, sigur Sigfríður S. Clementsen.
Bogi Reinert Petersen var í kvøld í EB/Streymaálopinum saman við Filip Djordjevic, og tað riggaði væl. Filip Djordjevic setti hol á, og so skoraði Bogi Reinert Petersen tvey mál í 20 minuttir, áðrenn Dánjal Godtfred lítla løtu undan steðginum og við fínum máli og eftir innkast lyfti bóltin omanfyri AB málverjan.
AB spældi seg til eins nógvar málmøguleikar sum heimaliðið, men eitt nú Ragnar Skála, Thomas Kryger Lindh og Brian Jakobsen høvdu ikki marginalirnar á sínari síðu.
Um eina viku fær AB vitjan av HB, meðan EB/Streymur fer at spæla á útivølli ímóti KÍ.











