65 kømur á Hotel Hafnia verða nú dagførd, eins og matstovan verður gjørd av nýggjum. Helvtin av kømrunum lata upp aftur 10. mars, og hin helvtin 1. apríl, tá eisini nýggja matstovan letur upp.

Tað sær gott út fyri summarið

- Fólk koma úr ymiskum heraðshornum, og serliga eru tað danir og skandinavar annars, sum hava bílagt hotellini í summar, sigur stjórn á Hotel Hafnia og Hotel Brandan, Pætur Trónd Thomsen.

 

65 kømur á Hotel Hafnia verða nú dagførd, eins og matstovan verður gjørd av nýggjum. Helvtin av kømrunum lata upp aftur 10. mars, og hin helvtin 1. apríl, tá eisini nýggja matstovan letur upp.

- Summarið sær gott út hjá okkum, og tað er stórur eftirspurningur eftir kømrum, bæði á Hotel Brandan og Hotel Hafnia. 

Tað sigur Pætur Trónd Thomsen, hotellstjóri.

Hann vísir á, at bæði í juni, juli og august táttar í, at hotellini eru fult bookað. 

- Enn eru sjálvsagt pláss eftir, og eingin skal halda seg aftur í at spyrja. Pláss er í mai, og enn sær heystið eitt sindur friðarligt út. Men, eg bæði trúgvi og vænti, at vit eisini her fara at fáa nógvar bíleggingar aftrat.

Hotellstjórin fegnast um, at serliga føroyingar hava verið so óførir at vitjað á hotellunum í heyst og í vetur, og her eru tað oftast fólk og familjur, sum koma at eta ein góðan bita og gista í eina ella tvær nætur um vikuskiftini.

- Vit hava havt góð tilboð, og vit hava skipað fyri tiltøkum. Vit eru sera fegin um undirtøkuna, sum vit hava upplivað millum føroyingar, sigur hann.

Pætur Trónd Thomsen vísir á,  at tá summarið fer at nærkast, fylla útlendsku - og serliga skandinavisku - gestirnir nógv. Fólk koma úr ymiskum heraðshornum, og serliga eru tað danir og skandinavar annars, sum hava bílagt hotellini.

Hann sigur, at umframt at bíleggingarnar fyri juni, juli og august eru nógvar, koma eisini nógvir fyrispurningar úr útlandinum.

- Tí vænta vit, at vit eisini í mai og seinni í heyst fara at fáa nógvar gestir, sigur hotellstjórin, sum leggur aftrat, at eisini í apríl hava hotellini fingið bíleggingar.

Pætur Trónd Thomsen vísir á, at í løtuni verða 65 kømur á Hotel Hafnia dagførd, eins og øll matstovan verður gjørd og skipað av nýggjum.

- Í samband við hesar dagføringar er Hotel Hafnia stongd í løtuni. Helvtin av dagførdu kømrunum lata upp aftur hin 10. mars, og tá letur hotellið eisini upp aftur fyri fundarvirksemi og øðrum. Hin helvtin av kømrunum lata síðan upp aftur hin 1. apríl. Tá eru øll 83 kømrini á Hotel Hafnia sum spildurnýggj.

Hann sigur, at hin 1. apríl letur eisini nýggja matstovan á Hotel Hafnia upp aftur, og tá verður hetta ein franskur køkur við serligum fokus á føroyskum matvørum.

- Á Hotel Brandan hava vit 124 kømur, sum standa púrasta klár, og her eru sjálvsagt eisini allir møguleikar til fundarvirksemi og annað, sigur hotellstjórin, Pætur Trónd Thomsen.

 

65 kømur á Hotel Hafnia verða nú dagførd, eins og matstovan verður gjørd av nýggjum. Helvtin av kømrunum lata upp aftur 10. mars, og hin helvtin 1. apríl, tá eisini nýggja matstovan letur upp.