Tað sá svart út

Kappingin í ár var sveinaroyndin hjá spælarunum

 

- Eitt skifti sá svart út.

 

Tað staðfestir Sjúrður Olsen í AB.

 

Hann sigur, at nógvir skaðar vóru ein orsøk til at fyrri partur av kappingarárinum var so soltin fyri AB.

 

Men hann heldur eisini, at liðið manglaði støðufesti – og so vórðu ov nógvir málmøguleikar brendir.

 

- Men árið í ár var sveinaroyndin og vit arbeiða hart fyri at styrkja liðið næsta ár, serliga har frammi á vøllinum, sigur hann.

 

 Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvussu Sjúrður Olsen tekur samanum kappingina í ár og metir um næsta ár í samrøðu við Hera Simonsen á Rás2.