Tað hevur verið av ringasta veðrið kring landið í dag og í kvøld, men nú er ringasta ódnarveðrið farið framvið. Djúpa lágtrýstið er farið norður um Føroyar, og vindstyrkin er nú minkað.
Veðurstøðirnar hjá Landsverki siga framvegis frá hvirlum upp í 40 m/sek á onkrum støðum, men samanumtikið er vindstyrkin minkað munandi kring landið.
Norska veðurstovan YR sigur, at eftir midnátt verður vindmegin komin niður um 20 m/sek, og í nátt verður millum 13-18 m/sek. Tað verður framvegis nakað av vindi í morgin – skrið av útsynningi – men als ikki í nánd av tí vindmegi, sum hevur verið í dag og í gjár.










