Tað regnar oman yvir KÍ kvinnurnar

Kommunan, JFK og kaffikvinnurnar handaðu peningagávur, tá ið FSF hevði avgreitt sítt

Eftir at FSF toppurin hevði handað gullkrónur og FM steyp vóru tað fleiri, sum handaðu KÍ kvinnunum gávur, nú tær hava vunnið steypakapping, landskapping og sett heimsmet við at vinna fimtan meistaraheiti á rað.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, takkaði vegna býin fyri framúr reklamuna, sum KÍ kvinnurnar eru fyri kommununa. Signhild V. Johannesen, formaður í mentananevndini, handaði kekk upp á 15 túsund krónur frá kommununi, Jógvan Hansen handaði vegna JFK ein kekk upp á 15 túsund krónur, og Katrin og Herdis handaðu vegna tær í KÍ, sum selja kaffi kring vøllin, tá ið dystir eru, handaðu 10 túsund krónur, ið eru oyramerktar til europeisku luttøkuna næsta summar.

Liðformaðurin Malena Josephsen tók ímóti øllum gávunum:

-Vit takka tykkum øllum, sum eru her, og sum stuðla okkum. Vit spæla ikki fótbólt fyri pengar. Heldur er tað ein útreiðsla fyri okkum at spæla. Men hetta er ein gleði fyri okkum!