Tað ræður um at ansa sær

Vegirnir eru kavaklæddir, og tað verður ikki farið at salta og grava fyrrenn klokkan 6

Tað hava verið grovir kavaælingar í kvøld, og vegirnir eru kavaklæddir. Hitin liggur um frostmarkið – onkra staðni er hann á frostmarkinum, og aðra staðni er hann eitt ella tvey stig undir frostmarkinum.

Sýnið er ikki gott í ælunum, men annars er tað gott, tí vindferðin er í flestu støðum lítil. Sambært lv.fo er hon hægst á Brekkuni Stóru í Sandoy og á Norðradalsskarði, har tað kann vera upp í fimtan metrar um sekundið.

 

Landsverk sigur, at tað verður ikki farið undir at salta og grava landsvegirnar fyrrenn klokkan seks sunnumorgunin. Arbeitt verður, tá ið tað er mest ferðsla. Yrkadagar er hetta millum klokkan 5 og 21 og sunnu- og halgidagar frá klokkan seks.

Tað er eingin vandi at koyra í nátt, men tað ræður um at ansa sær væl, tá ið koyrilíkindini eru, sum tey eru.