- Tað er kanska ikki heilt av leið at siga, at vit vórðu tvingaðir til at handla.
Tað sigur skiparin á trolbátinum, Skálafossi, Bjarni í Skálum, við heimasíðuna hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag.
- Tað gekk so sum so við royndunum eftir botnfiski. Samstundis sóu vit við egnum eygum allan makrelin svimja rundan um okkum nærmast omaná sjónum. Men, tað var bara ikki makrelinum, vit royndu eftir.
Skiparin sigur, at tað var bara eitt at gera, og tað var at fáa tað at bera til, sum higartil hevði verið nærum ógjørligt.
Bjarni í Skálum greiðir nágreiniliga frá royndunum at partrola eftir makreli, sum teir á Skálafossi, sum er heimahoyrandi í Vestmanna, gjørdu saman við systirskipinum, Hansu Mariu.
Skiparin letur stak væl at royndunum við partroling, sum hesir smáu trolbátar gjørdu í ár.
- Tað byrjaði í smáum við makrelinum í 2010, men tey fyrstu tvey árini var tað mest snakk. Einsamallir gjørdu vit einki, so vit skuldu hava ein at trola saman við.
Hann vísir á, at neyðug útgerð eisini skuldi fáast til vega.
- Í 2012 gjørdu vit so fyrstu royndirnar at fáa fiskin í trolið. Vit fingu staðfest, at tað ber væl til at fiska, men at hagreiða makrel umborð hjá okkum loysti seg ikki.
Hann sigur, at teir tóku eini 100 tons til lands, men veiðan hekk illa saman fíggjarliga. Tá nøgdirnar eru so smáar er neyðugt, at prísurin er góður fyri hvørt kilo.
- Men, tað knípti hjá okkum at fáa góðan prís, tá vit tóku fiskin umborð at hagreiða.
Bjarni í Skálum greiðir frá, at hóast tað reint fíggjarliga gekk mest eftir reyv hesi fyrstu royndarárini, so dugdu teir væl at síggja, at her var talan um at "bróta nøtina" og finna fram til, hvussu tað, sum mátti bera til, reint praktiskt skuldi gerast.
Í greinini, sum avgjørt er verd at lesa, greiðir skiparin frá, hvussu teir fingu makrelfiskiskapin at bera til og gerast lønandi - ja, so lønandi, at teir bert stutta tíð á hesi veiði fiskaðu fyri umleið ein fimmting av bruttovinninginum hjá Skálafossi í ár.
- Tá skal havast í huga, hvussu stutta tíð tað tók at fiska hendan makrelin, sigur Bjarni í Skálum við heimasíðuna www.fsn.fo sum saman við Maskinmeistarafelagnum eisini eru útgevarar av blaðnum Mið & Magn.